Uppstillað fyri Eysturkommunu
Nú nærkast til kommunuvalið 2024, og havi eg valt at stilla upp.
Eg eri útbúgvin innan handil og eri eisini námsfrøðingur. Eg starvist dagliga sum leiðari í barnagarði í Klaksvík. Eg eri rólig, kreativ, nærløgd, nærverandi, vælgerðin, umhugsin og framsøkin. Eg síggi møguleikar fram um forðingar. Tori at taka avgerðir, men vil altíð seta meg væl inn í viðurskiftir rundan um mál, so eg eri betur før fyri at taka avgerðirnar.
Komandi tíðina, fram til valið, fari eg at leggja ymiskar greinar út á vangan um míni hjartamál. Tit eru vælkomin at seta spurningar og seta kjak í gongd, tí tað er í kjaki, at vit flyta okkum frameftir.
Míni hjartamál eru:
• Eldraøkið
• Dagstovnaøkið
• Ungdóms- og frítíðartilboð.
• Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar
• Vinnan skal hava góðar karmar
• Raðfesta framtíðar íløgur og ætlanir – hvar vil Eysturkommuna verða um 20 ár?
Hetta eru bert nøkur av málunum, sum eg, komandi dagarnar, fari at lýsa her á mínum vanga. Tó eri eg altíð opin fyri at kjakast um onnur evni.
Eg verið fegin um tú setur X við lista V, men uppaftur fegnari um tú setur X við meg