Demokratia búmerki
Sigrun Jónsveinsdóttir
Uttanflokkalisti
Eldraøkið
Mentan
Vinna
Dagstovnaøkið
Samstarv millum bygdir
Skúlamál

Eg eiti Sigrun Jónsveinsdóttir, og eg stilli upp til býráðsvalið í Runavíkar kommunu.

Eg eri fødd og uppvaksin í Saltangará og eri ein virkin borgari í kommununi.

Eg havi stóran áhuga fyri okkara kommunu og vil fegin virka fyri, at hetta verður ein góð kommuna at búgva í fyri allar aldursbólkar.

Míni hjartamál eru innan kommunalu kjarnuvælferðina, ið er avgerandi fyri lívsgóðskuna hjá okkum borgarum í gerandisdegnum.

Tað er alneyðugt, at vit stremba eftir at hava góðar:

• Dagstovnar

• Skúlar

• Eitt væl rikið eldraøki

Hesi eru grundarlagið undir einum sterkum lokalumhvørvi, har øll ættarlið trívast.

Tað er eisini týdningarmikið, at vit skapa góðar karmar til vinnulív og mentan, soleiðis at trivnaðurin er í hásæti hjá borgarunum í okkara kommunu.

Runavíkar kommuna fatar um nógvar bygdir, og tískil er samansjóðing eitt lyklahugtak, soleiðs at vit saman standa sterk í Føroyum, ein fjøltáttað kommuna við nógvum góðum eginleikum.

Komandi tíðina fari eg at skriva meira um míni hjartamál og tí, sum eg vil arbeiða fyri.

Eg taki við gleði tað ‘fornemmu’ uppgávuna á meg at sita í býráðnum í tí, fyri meg, týdningarmiklastu kommununi í Føroyum. Sum tey siga ‘If you want something done, ask a busy woman’ Eg arbeiði hart fyri tí, eg brenni fyri, og mín partur liggur ongantíð eftir.

Um mær verður sýnt álit, og eg verði vald, vil eg gera alt fyri, at hetta framhaldandi verður ein góð kommuna at búgva í.

Vald við 0 atkvøðum
Sigrun Jónsveinsdóttir