Eg eiti Sandra Ljósá Østerø og havi avgjørt at bjóða meg fram sum valevni á Kvinnulistanum til komandi kommunuval í Sjóvar kommunu.
Eg stilli upp á kvinnulistanum, tí eg eri sannførd um, at meira javnstøða í kommunustýrinum hevði gagna øllum í kommununi. Tað er umráðandi at komandi ættarlið í kommununi, bæði gentur og dreingir, hava fyrimyndir at spegla sær í av øllum kynum.
Eitt sindur um meg: Eg eri uppvaksin við Sjógv á Strondum, havi búð í Danmark í nøkur ár, tá eg var undir lesnaði og búgvi nú úti á Strondum saman við Jógvani og okkara børnum, Villiam (6 ár) og Silviu (3 ár). Eg eri útbúgvin sivilverkfrøðingur innan aling og arbeiði við gransking innan alivinnuna.
Eg vil arbeiða fyri eini fjølbroyttari og burðardyggari kommunu, sum rúmar øllum borgarum. Vit mugu raðfesta trivnaðin hjá børnunum í kommununi høgt. Eitt trygt og mennandi umhvørvi til okkara yngstu skapar eina sterkari framtíð fyri øll. Vit skulu bjóða nýhugsan í kommununi vælkomnari, bæði tá ið tað kemur til fjølbroytt frítíðarvirksemi, íverksetan o.ø. Vit mugu skapa góðar karmar og møguleikar hjá borgarum at koma út í náttúruna, eitt nú við fleiri gøtum, fríøkjum og spæliplássum. Vit skulu eggja borgarum at gerast meira sjálvbjargin og burðardygg.