Demokratia búmerki
Rakul Nolsøe á Lágabø
Javnaðarflokkurin
Eldraøkið
Børn og ung
Skúlamál

Eg eiti Rakul Nolsøe Í Lágabø, eri 45 ár og gift við Michael Í Lágabø og vit uppvaksin og hava altíð búð í Vági. Vit eiga 5 børn í aldrinum 10-26 ár, 4 gentur og 1 drong. Eisini eru vit omma og abbi til eina fitta gentu.

Av útbúgving eri eg námsfrøðingur og havi eisini eina útbúgving innan leiðslu. Í mínum vaksna lívið havi eg arbeitt sum dagrøktari hjá Vágs kommunu í 7 ár. Rikið egna fyritøku innan handilsvinnu í 3 ár. Arbeitt sum námsfrøðingur á stovni hjá almannaverkinum fyri sinnisveiki í Vági í 8 ár, harav sum leiðari í 1 ár. Eisini havi eg starvast innan barnavernd í 1 ár. Síðstu 4 árini havi eg undirvíst á námsfrøðihjálparaútbúgvingini á Heilsuskúla Føroya og eg stórtrívist við hesum.

Við mínum lívs- og arbeiðsroyndum meti eg, at eg veruliga kann gera mun á ávísum økjum. Vit hava altíð verið virkin partur av ítrótti og øðrum felagsskapum her í bygdin. Fyrst hava vit sjálvi verið virkin og síðan stuðla okkara børnum sum eisini hava verið sera virkin. Eg eri sera stolt av at verða vágbingur, og eg haldi, at vit hava nógv gott at vísa á. Eg haldi, at tað tykist áhugavert, spennandi og ikki minst læruríkt at verða partur av einum býráði. Eg ynski at hava ávirkan og gera mun. Um eg verði vald, so fer mín partur ikki at liggja eftir.

Míni hjartamál eru avgjørt innan umsorganarøkið Barna- og undómsøkið Fólkaskúlin Eldraøkið

Mítt fremsta hjartamál er Vágur og eg vil arbeiða við nærlagni og ábyrgd í mínum avgerðum um eg verði vald.

Vald við 0 atkvøðum
Rakul Nolsøe á Lágabø