Demokratia búmerki
Helena Heðinsdóttir Guttesen
Borgaralistin
Trivnaður
Nærdemokrati

Eg eiti Helena Heðinsdóttir Guttesen, eg eri 27 ár og búgvi í Sørvági saman við manni mínum og dóttur okkara. Eg eri útbúgvin námsfrøðingur, men eri í løtuni í barnsburðarfarloyvi.

Eg eri virkin í nærumhvørvinum, tí eg haldi, at vit borgarar hava ein týdningarmiklan leiklut í at fremja trivnaðin í bygdini. Eg sakni eina unga rødd í bygdaráðnum og havi tí valt at stilla upp. Eg vóni, at hetta kann eggja ungdóminum at taka størri lut í samfelagnum. Eg brenni fyri trivnaðinum í kommununi, og um eg verði vald, vil eg serliga arbeiða fyri at betra um sambandi millum borgarar og kommunu og at skapa karmar fyri, at bæði ung og eldri eru virkin.

Vald við 0 atkvøðum
Helena Heðinsdóttir Guttesen
Starv
Námsfrøðingur