Eg eiti Lena Dam, eri 52 ár, búgvi við Norðskála, eri gift og eigi 3 synir
Eg arbeiði sum deildarleiðari í Føroya Banka
Tað, eg ynski at arbeiða fyri, er at samansjóða borgararnar í Sunda Kommunu.
Síðani samanleggingina í 2005 hevur samanhaldið manglað. Alt ov ofta hevur ljóðað, hví tey og ikki vit. Um borgarafundir høvdu verið regluliga, so høvdu borgarar fingið sagt sína meining og fingið greitt frá, hvat er neyðugt í teirra bygd ella nærumhvørvi, og hví hetta er neyðugt.
Um gott yvirlit fæst yvir fíggjarviðurskiftini, er møguligt við langtíðar raðfesting og tað má gerast munur á tí, sum er gott at fáa gjørt, og tí, sum er neyðugt at fáa gjørt. Um hesar raðfestingar vóru almennar, so høvdu borgararnar vita, hvar “teirra” íløga ella umvæling var í kø’ini og harvið nøgdsemi hægri
Kommunan brúkar stóran part at inntøkunum til øki: Børn og ung og til Almanna- og heilumál. Her mugu vit ansa væl eftir, tí á hesum økjum má ikki sparast. Starvsfólkini her vita best, um okkurt kann gerast effektivari og skilabetri, og teimum mugu vit lurta eftir, og ansast má væl eftir, at nøgdsemi og kvaliteturin er høgur bæði hjá starvsfólkum og ikki minst brúkarum.