Hvat er ein útstykking uttan hús. Hvat er ein skúli uttan børn. Hvat er eitt parkeringspláss uttan bilar. Hvat er eitt Íverksetarahús uttan nýskapan. Hvat er eitt býráðshús uttan politikarar, sum føra fram sína hjartans hugsan.
Eg havi roynt at sagt tingini á røttum staði og grundgivið fyri míni politisku støðutakan. Tað vil eg framhaldandi gera.
Tú kanst samanbera politikk við at reka eina fyritøku. At stýra einum stovni. At halda hús. Ella hava eitt gott og trygt heim. Vit kunnu ikki loyva okkum at brúka pengar uttan fyrilit. Ella bert at forkela tað eina barnið. Nei, vit mugu vera umhugsin, røkin og samvitskufull í øllum tí, sum vit gera.
Tað ræður um at finna skynsamar og ódýrar loysnir. At vit kenna eina skyldu mótvegis teimum, sum her búgva. At vit duga at íverkseta tey góðu hugskotini frá tær og mær. At vit hava eina væl virkandi og skilagóða umsiting. At vit læra okkum at lurta og skilja grundleggjandi tørvin hjá fólkinum. At vit taka fíggjarliga ábyrgd. Og skapa trivnað frá yngsta til elsta borgara.
Gluggarnir í býráðshúsinum skulu lýsa upp. Fólk skulu kenna seg vælkomin á gátt. Tað skal vera eitt stað har ágrýtin fólk hittast og kjaka nýggjar møguleikar. Har góðir leiðarar og dugnalig fólk stinga út í kortið. Og dreymar og spennandi visjónir gerast veruleiki.
Men eg sakni eldhug og nýhugsan. At vit síggja møguleikarnar, sum eru. Tíðin er komin at broyta hugburð. At vit í býráðsarbeiði fylla battaríini av nýggjum. At vit øll bretta upp um ermar. Lat valið 12. november gerast ein vøkur ljós byrjan.
Eg vil at Klaksvíkin er í góðum hondum!