Demokratia búmerki
Anja Weyhe
Tjóðveldi
Eldraøkið
Bústaðarmøguleikar
Bygda- og býarplanlegging
Trivnaður

Uppstillað í Tórshavnar kommunu

 

HVÍ BÚGVI EG IKKI Í HEIMBYGDINI?
Eg eri fødd og uppvaksin í Kollafirði. Her sleit eg mínar barnaskógvar og spældi í skúlagarðinum, í fjøruni og svam í Deyvhyli. Men eg – sum so mangur annar kollfirðingur -fekk ikki sum vaksin møguleika at seta búgv her. Í meira enn seks ár búði eg í kjallaraíbúðini hjá foreldrunum. Eingi grundstykkir vóru at fáa, og eingi útlit vóru, at nøkur útstykking skuldi koma í bræði.
Eg bíðaði til fánýtis ... og nógv onnur við mær. Tá møguleikin síðani bjóðaði seg at keypa eitt grundstykki í Hoyvíkshaganum, tóku vit av.
At vit sum ungir kollfirðingar ikki sluppu at seta búgv í heimbygdini, síggja vit úrslitið av í dag. Vit mangla! Og børnini hjá okkum mangla í bygdini!
Tað gingu heili 19 ár eftir undirskriftina um samanlegging við Tórshavnar kommunu, áðrenn fyrsta útstykkingin kom. Tá hevði Kollafjørður longu mist fleiri ættarlið.
Men til alla lukku er forkærleikin hjá kollfirðingum til bygdina so mikið sterkur, at vit nú skulu venda gongdini – saman!
Vit vilja vera her, tí her er gott at verða. Vit vilja hava eina kommunu, sum sær tørvin hjá Kollafirði og sær teir nógvu og ymisku menningarmøguleikar, sum eru. Vit vilja hava møguleika at flyta heim aftur til heimbygdina. Og tað týðningarmesta av øllum, at kollfirðingar, sum í dag bíða eftir møguleika at seta búgv, fáa hendan møguleika antin í sethúsum, raðhúsum ella íbúðum. Tað kann ikki bíða. Kollafjørður hevur ikki ráð at missa fleiri ættarlið.
Tað er alneyðugt fyri Kollafjørð at fáa kollfirðing í býráðið at arbeiða fyri at raðfesta bústaðarmøguleikar, trivnað, eldradepil, vegir, kloakkir, ja allar tær uppgávur, ið ein kommuna skal syrgja fyri. Og tak ikki feil, ongin annar ger tað fyri okkum. Borgarstjórin segði í lesarabrævi, at kollfirðingar høvdu havt ein valdan býráðslim flestu seturnar síðan samanleggingina. Her hava vit gingið og hildið, at vit hava havt 13 býráðslimir, ið arbeiða fyri alla kommununa. Men nei!
So veljið ein kollfirðing í býráðið tann 12. novembur. Veljið meg. Eg fari at arbeiða fyri, at Kollafjørður verður raðfestur eins og Havnin.

Vald við 0 atkvøðum
Anja Weyhe