Eg havi roynt eitt sindur av hvørjum; havi verið til sjós í fýra ár, útlærd sum kokkur, og síðani havi eg lisið tænastubúskap og International Hospitality Management.
Eg búgvi í Vági við manninum, ið er sjómaður, og saman eiga vit tvey børn. Eg starvist fulla tíð og eri harumframt býráðspolitikkari. Sjálvt um eg havi nokk at gera, so raðfesti eg familjuna hægst og brúki allar mínar fríløtur við familjuni.
Um eg verði afturvald fari eg at arbeiða fyri eini rúmligari kommunu, ið kann bjóða flexibla barnaansing, fjølbroyttar bústaðarmøguleikar til eldru, viðurkennandi ungdómspoltikki, at vinnulívið nørist, og sjálvandi at tiltrekkja fólk og vinnulív til Vágs.
Nú vit fáa fast samband við meginlandi meti eg, at tað er týdningarmikið at fokus er á dagsins samfelag, men sanniliga eisini á framtíðina - tí vit skulu behalda okkara íbúgvar og syrgja fyri, at íbúgvum fjølgar.