Demokratia búmerki
Noomi K. Rasmussen
Kvinnulistin
Javnstøða
Vinna
Ítrótt
Ferðsla

Eg eiti Noomi Káradóttir Rasmussen, og eg stilli upp til kommunuvalið í Sjóvar kommunu.

Sum kvinna, mamma og valevni til kommunustýrið í Sjóvar kommunu vil eg leggja dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at kvinnur verða tiknar við, tá avgerðir skulu takast.

Kommunuvalið í ár er meira enn bert eitt val – tað er eitt vegamót! Vit hava tørv á at bróta upp úr nýggjum!

Sjóvar kommuna skal vera ein kommuna fyri øll. Eitt stað har allar røddir verða hoyrdar og virðismettar.

Fyri meg er tað ein hjartasak, at børnini – bæði gentur og dreingir – vaksa upp í einum samfelagi, har tey síggja fyrimyndir, ið spegla teirra møguleikar og dirvi.

Míni hjartamál eru børn, ung, fríðkan og trivnaður. Tað hevur stóran týdning, at okkara kommuna verður framsøkin, sjónlig og skynsamt rikin fíggjarliga.

 

Hvør er Noomi?

Eg eri 39 ár. Havi búð á Strondum síðan 2008. Eri gift og eigi tvey børn. Eg havi viðkomandi royndir, harav 10 ára royndir frá kommunufyrisiting. Arbeiði í dag sum samskipari í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Lesi eisini stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum. Eri skrivstovulærd og havi eina akademiútbúgving í leiðslu.

Hjartamál

-          Fáa skil á bussøkið og bilaferðsluna niðan fyri Stranda skúla

-          Sjóvar kommuna nógv meiri sjónlig og innbjóðandi í almenna  rúminum. herundir stroyming av kommunustýrisfundum

-          Betri kor til vinnulívið, t.d. útvegan av leiguøkjum til vinnulívið

-          Ókeypis busskoyring hjá børnum og ungum kring Skálafjørðin

-          Ítróttarhøll á Strondum – á skynsaman hátt

-          Ítøkiliga ætlan fyri gróðurseting og fríðkan fyri allar bygdir

-          Kommunuætlan gerast

 

Vald við 0 atkvøðum
Noomi K. Rasmussen