Demokratia búmerki
Annita á Fríðriksmørk
Tjóðveldi
Bústaðarmøguleikar
Vinna
Bygda- og býarplanlegging
Dagstovnaøkið
Ferðsla
Skúlamál
Gongu- og súkklubreytir
Frítíðartilboð

Uppstillað í Tórshavnar kommunu

 

Eg stilli upp tí eg ynski at umboða eina kommunu, har borgarin trívist og mennist, og har fólk ynskja at seta búgv.

Tað skal tí m.a. arbeiðast fyri, at:

·      fleiri alternativar íbúður verða bygdar,  soleiðis at størri møguleiki er at búgva til leigu ella at keypa sær eina lutaíbúð.

·      fáa betri trivnað í barnagarðsøkið, so børnini trívast og starvsfólkini støðast

·      kommunan hevur gott samstarv við fólkaskúlarnar í kommununi, m.a. fyri, at teir fýsisku karmarnir í skúlunum eru í lagi og verða viðlíkahildnir

·      børnini í barnagørðum og skúlum fáa sunnan og góðan kost til dagligt

·      tey gomlu - við nakað av stuðli - kunnu verða heima sum longst, og fyri at nøgdsemi í eldrarøktini, á ellisheim og sambýlum gert betri.

·      vinnulívinum verður hýst góðar karmar og góðar arbeiðsumstøður

·      infrastrukturin er góður og verður viðlíkahildin

·      kloakkviðurskiftini koma í rættlag og uppraðfest.

·      tá ið nýggir vegir skulu gerast, verður hædd tikin fyri grønari ferðslu, og fyri, at tað skal gerast innbjóðandi at fara til gongu og við súkklu.

·      ferðslutrygdin verður raðfest – serliga har nógv ferðsla er við skúlar og barnagarðar.

·      frítíðar- og mentanartilboð verða raðfest, soleiðis at kommunan er nýmótans við nógvum mentanartilboðum og við møguleika at fara til alskyns frítíðartilboð innan ítrótt, tónleik og samkomulív.

 

 

Vald við 0 atkvøðum
Annita á Fríðriksmørk