Demokratia búmerki

Eftir valið er tann síðstvaldi líkastillaður við fyrstvalda

11. oktober 2024
Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Jonnhild Reynholdsdóttir, kommunustýrislimur í Runavíkar kommunu.

Navn: Jonnhild Reynholdsdóttir


Kommuna: Runavíkar kommuna


Borgarligt starv: Tannrøktari


Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: Hetta er onnur setan. Stillaði upp fyrstu ferð, og varð vald, til býráðsvalið í november 2016. 


Nevndir:
- Trivnaðarnevndin (forkvinna 2017-2020)
- Tøkni & Umhvørvisnevndin (forkvinna 2020-nú)
- Byggi- & býarskipanarnevndin


Annað:
- Stýrislimur í eldrasamtakinum Roðin
- Kommunalt umboð í staðbundnu nevndini fyri Skála og Skálafjørð (2017-2020)
- Kommunalt umboð í skúlastýrinum (2017-nú)
 
Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? Tú hevur ávirkan - við ábyrgd - tá tú situr í býráðnum. Tað er gleðiligt, tá ið okkurt av tí, tú raðfestir og arbeiðir við, ber á mál.


Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Runavíkar kommuna er ein stór kommuna, bæði í fólkatali og vavi. Tað eru 15 bygdir, og er tað umráðandi, at lokalu økini hava eina rødd og verða hoyrd.


Tað fara rættiliga nógv mál ígjøgnum skipanina í einari býráðssetu, og skulu øll mál viðgerast á skilabestan hátt. Dagligu viðurskiftini hjá borgarunum verða á ein ella annan hátt ávirkað av teimum avgerðum, eitt býráð tekur. Nøkur økir eru meira viðbrekin enn onnur, og okkurt hevur meira skund enn annað, so raðfestingar mugu til.


Havi neyðuga áhaldnið til at blíva við og við at minna á og fylgja upp, fyri at fáa tingini avgreidd. M.a. har haldi eg meg hava gjørt mun.


Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Skynsemi - trivnaður - umhvørvi


Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Eg havi altíð havt áhuga fyri, og fylgt við, kommunupolitikki, og hvat rørist í samfelagnum sum heild.


Tað vóru fleiri økir, sum eg helt áttu at fingið hægri raðfesting. Tá tað so bleiv heitt á meg um at stilla upp, valdi eg at taka av.


Ynskti at vera røddin hjá teimum, sum búgva aðrastaði enn lokalt í Runavíkarøkinum, og eg helt meg hava neyðuga tíð og orku til at sameina og menna Runavíkar kommunu.


Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið?


Tey eru fleiri. Umframt alt tað, vit eiga og skulu hava, fegnist eg um:


- At hava fingið dagtilhaldið til minnisveik yngri enn 67 ár her í økinum.
- At vit hava fjølbroytt tilboð, bæði á skúla-, dagstovna- og eldraøkinum. 
- At vit hava fingið frítíðarkortið Spjaldrið.
- At vit hava eina ørgrynnu av møguleikum og tilboðum í kommununi. 
- At tilbúgvingin fekk betri umstøður.
- At hjartastartararnir nú eru atkomuligir allastaðni. 
- At vit eru um at koma á mál við spillivatnsætlanini, reinsiverkum og vetrarfriðing.
- At vit hava raðfest umhvørvið. 
- At vit hava eitt sterkt vinnulív.


Ætlar tú at halda fram næstu setu? Nei


Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu? Eg ikki stilli upp aftur, men eitt, sum gjørdi, at eg hevði hug til at taka eitt tørn afturat í 2020, var, at tá vit skipaðu okkum dagin eftir valið, vóru allar atkvøður nullstillaðar. Tann síðstvaldi varð líkastillaður við fyrstvalda, og fingu vit øll ellivu høvið til at siga, hvørjum nevndum, vit ynsktu at vera í, og um vit ynsktu onkran formanspost.


Vit hava ikki flokspolitiska uppstilling.


Tín rødd telur akkurát líka nógv sum hinar, og tú verður hoyrd, hóast meirilutin ræður.


Hví skal mann stilla upp til kommunuval? Haldi, at øll áttu at roynt at sitið í kommunustýrinum - í minsta lagi eina setu - m.a. fyri at fáa eitt betri forstáðilisi fyri, hvussu arbeitt verður, og fyri at síggja, at frá tí at okkurt verður stungið út í kortið, og til tað verður samtykt, gongur rúm tíð, inntil tað ber á mál.

Tað, sum er gott, er gott. Men tað er altíð okkurt, sum kann gerast betri. 

Alt kemur ikki í einum. Sum áður sagt, so eru nøkur økir meira viðkvom enn onnur. Okkurt hevur meira skund enn annað, men aðalmálið má altíð vera at gera alt betri og skilabetri. 


So er tað ein borgarlig skylda at stilla upp, og verður mann vald, fær mann ávirkan. Men mann má fyrst og fremst hava hugin og neyðugu tíðina til tað, tí mann er bundin komandi 4 árini, og tað er nógv at seta seg inn í - serliga fyrstu tíðina.