Demokratia búmerki

Ongin veit alt, áðrenn tey stilla upp

06. oktober 2024
Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Anja Haldansen, bygdaráðslimur í Vestmanna kommunu.

Navn: Anja Haldansen


Kommuna: Vestmanna kommuna


Borgarligt starv: Námsfrøðingur 


Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: Eg havi verið kommunustýrislimur eina setu frá 2020 til 2024.


Í hesum tíðarskeiði havi eg verið nevndarlimur í Mentanarnevndini og í Teknisku nevnd. Tey seinastu tvey árini sum forkvinna í Teknisku nevnd, eisini umboði eg Vestmanna kommunu í skúlastýrinum fyri Vestmanna Skúla.


Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? Tað besta er, at tað er har, ein kann hava ávirkan og gera broytingar til gagns fyri allar borgarar í kommununi.


Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Eg føli, at eg kann gera mun á øllum økjum. Eftir fýra árum havi eg ognað mær vitan um nógv ymisk økir, sum ger, at eg betur kann taka støðu til nógv ymisk mál.


Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Tá eg fyri fýra árum síðan fór í politikk, var mín størsti áhugi børn og ung, trivnaður og mentan. Men má eg ásanna, at eg hesa tíðina í bygdarráðnum eisini havi fingið stóran áhuga fyri øðrum økjum. 


Í kommunupolitikki má ein taka støðu til nógv ymiskt mál, alt frá kloakkviðurskiftum til eitt pusliborð.


Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Eg havi altíð havt stóran áhuga í politikki. Eg eri uppvaksin í einum heimi, har tað dagliga bleiv tosað og kjakast um poltikk og samfelagsviðurskiftir. Eg havi eisini altíð havt eina meining um ymisk samfelagsviðurskiftir, so tað var ikki so løgið hjá mær at stilla upp.


Eg brenni eisini fyri, at Vestmanna skal verða ein av Føroya bestu bygdum at búleikast í. Tað skal vera gott at búgva í Vestmanna, bæði sum ungur og gamal.


Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? Eg haldi, at vit sum bygdarráð hava samstarvað væl og hava rokkið nógvum málum í felag. Vit eru komin langt við forarbeiðnum at umbyggja Vestmanna skúla, ein millióna verkætlan, sum liggur fyri framman. Í tí sambandi hava vit ikki raðfest nakra aðra stóra verkætlan, men lagt niður fyri til skúlabyggingina. Hóast tað, hava vit asfalterað miðbýin, gjørt nógvar gøtur, sett hol á ferðsluviðurskiftini í bygdini, dýpt bátahylin og keypt nýggjar bátabrúgvar. Men serliga eri eg glað fyri, at vit hava uppraðfest ungdomsarbeiðið í bygdini, og at VEKS hevur sett eina langtíðarætlan í verk fyri alt eldraøkið. 


Í politikki tekur alt langa tíð, so tað eru enn onkur mál eftir, sum eg vóni, at vit fáa sett skjøtil á, áðrenn setan er av.


Ætlar tú at halda fram næstu setu? Eg havi ikki tikið støðu.


Hví skal man stilla upp til kommunuval? Tað er sera umráðandi, at eitt bygdarráð er umboðað av fólki, sum hevur vitan frá ymiskum økjum í samfelagnum. Grundarlag fyri røttum avgerðum er grundað á vitan og royndir. Tað er eisini umráðandi, at eitt bygdarráð hevur umboðan av báðum kynum, hetta tí at bygdarráðsarbeiðið fevnir vítt, alt frá jørð og betong til børn og ung.  


Mínar royndir siga mær, at vit sum kvinnur ikki skulu halda okkum aftur við at bjóða okkum fram. Sjálvandi vita vit ikki alt, áðrenn vit stilla upp, men tað ger ongin. Politikkur er ein læring í sær sjálvum, sum øll onnur borgarlig størv.