Tíðindi
06.12.2022

Gallup: Stór ónøgd við fráfarandi landsstýrið

81% av veljarunum eru ikki nøgd við kynsumboðanina

Ein breiður meiriluti av føroyingum heldur kynsbýtið í fráfarandi landsstýrinum vera ónøktandi. Tað vísir stór kanning, ið Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Demokratia. Heili 81% av teimum spurdu svaraðu, at tey hildu býtið vera ónøktandi. Einans 8% av teimum spurdu vóru nøgd við kynsbýtið.

Fólk kring alt landið eru spurd, og tølini líkjast allastaðni: Tey eru frá 78% í Eysturoynni, har tað er lægst, til 87% í valdøminum hjá løgmanni, Norðurstreymoy, har ónøgdin er størst. 

Løgtingið heldur ikki nøktandi

Tað er ikki bara í fráfarandi landsstýrinum, at kynsbýtið er ónøktandi. Kvinnur hava myndað umleið 30% av løgtinginum tey seinastu árini, og úrslitið av Gallup kanningin vísir, at hetta er heldur ikki nóg mikið. 76% av kvinnunum, og 56% av monnunum svaraðu, at kynsbýtið í fráfarandi løgtinginum er ikki nøktandi.

 
Javnstøða hevur stóran týdning fyri veljaran

Kanningin vísir harumframt, at javnstøða hevur stóran týdning fyri veljaran. Tí heili 81% taka undir við javnstøðu sum heild í føroyskum politikki, meðan einans 7% ikki taka undir við javnstøðu. Her er tað serliga í Vágum, at undirtøkan er heilt uppi á 92%. Men eisini millum sandoyingar, har 68% taka undir við javnstøðu í politikki, er greiður meiriluti. 

Javnstøða kemur ikki av sær sjálvari

Hóast kanningin vísir greitt, at javnstøða fyllir nógv hjá veljaranum, so merkir tað ikki, at hetta fer at síggjast aftur á valdegnum. Tí einans 24% av teimum spurdu hava avgjørt, at tey ætla sær at velja eina kvinnu, meðan 31% ætla at velja ein mann. 44% hava enn ikki gjørt av, hvønn tey skulu velja. Sostatt er enn møguleiki fyri, at Føroyar fáa javna kynsumboðan í løgtingið, men tað krevur, at ein meiriluti av teimum ivandi velja eina kvinnu. 

Hugvekjandi er at í Norðurstreymoy, har ónøgdin var størst við manglandi kvinnuumboðanina í landsstýrinum, eru tað einans 7%, ið ætla sær at atkvøða fyri einari kvinnu.

 

Stutt um kanningina:

Gallup kanningin varð gjørd í tíðarskeiðnum 12. - 18. november 2022.

528 tilvildarliga útvaldir respondentar, ið hava valrætt, hava svarað kanningini.