Tíðindi
01.11.2022

Fyrst Lisbeth so Anna

Føroyingar hava valt eina kvinnu beinleiðis á Fólkating á øðrum sinni

Fólkatingsvalið 2022 er av fyri okkum føroyingar, og meðan summi okkara sleikja sárini, gleðast onnur almikið um sigur og framburð.

Fyri kvinnurnar og arbeiðssetningin hjá Demokratia gjørdist hetta valið ein sigur. Fyri aðru ferð varð kvinna vald á Fólkating. Tað gjørdist Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum, sum gjørdist annar fólkatingslimurin, ímeðan Sjúrður Skaale gjørdist hin.

Í kvinnuhøpi kunnu vit siga, at Anna Falkenberg hevur tikið við, har Lisbeth L. Petersen slepti. Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum var fyrsta kvinna vald á Fólkating fyri Føroyar; hon sat frá 2001 til 2005.

Stórsigurin hjá Annu Falkenberg við teimum 2973 persónligu atkvøðunum, tók nógv á bóli, ja, sjálvt valgreinaran Jóannes Hansen, sum tosaði dúgliga um abbaeffektina, sum hevði gjørt sítt til, at hon var vald við so stórum persónligum atkvøðutali. Hóast tað er greitt, at har var eitt pláss at taka eftir abban Edmund Joensen, sum ikki stillaði upp aftur, so er helst orsøkin heldur, at har hevur verið dúgliga arbeitt fyri at fáa hana valda fyri Sambandsflokkin, í so máta, er júst tað hent, sum vit í Demokratia altíð sóknast eftir: at flokkarnir skulu taka síni kvinnuligu valevni í álvara og gera meira fyri, at tær verða valdar.

Anna Falkenberg er ikki nakað óskrivað blað í politiskum høpi. Hon hevur stillað upp til løgtingsval seinast, og hevur annars umboða Sambandsflokkin í norðurlendskum høpi og ungdómspolitikki. Hon er stjórnmálafrøðingur og hevur arbeitt sum politiskur ráðgevi fyri Edmundi Joensen á Fólkatingi.

Sum heild stóðu kvinnurnar seg væl betri á hesum fólkatingsvalinum enn á tí seinasta. Um vit hyggja at einum topp 10 lista, so komu fýra kvinnur inn á listan: Anna Falkenberg, Sambandsflokkurin, sum nummar tvey, Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, sum nummar 3, Liljan Weihe, Tjóðveldi, sum nummar seks og Ingilín Strøm, Javnaðarflokkurin, sum nummar tíggju. Tær tríggjar Anna, Bjørt og Ingilín yvirrulaðu sínar formenn í flokkinum, sum gjørdust nummar nítjan (Bárður á Steig Nielsen), nummar fýra (Høgni Hoydal) og nummar fimtan (Aksel V. Johannessen) á listanum við persónligum atkvøðum.