Tíðindi
23.10.2022

At enda kom Miðflokkurin

 

Ongin kvinna eru á listanum hjá Miðflokkinum til fólkatingsvalið, men bara tríggir menn.

 

Sostatt er prosenttalið á uppstillaðum kvinnum og monnum tilsamans 40 og 60 %.

 

Tað eru Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, sum bróta frá og gera, at talið ikki kemur longri upp.

 

Fólktingsvalið verður um átta dagar í Føroyum. Veljast skal ímillum 24 kvinnur og 36 menn, og tað verður helst sera spennandi, millum annað av tí at Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum ikki stillar upp aftur og sostatt letur ein sess standa tóman.