Tíðindi
06.10.2022

Fólkatingsval og Javnaðarflokkurin

Seks kvinnur og sjey menn bjóða seg fram fyri Javnaðarflokkin.

Javnaðarflokkurin hevur longu kunngjørt síni valevni til fólkatingsvalið, og har kunnu vit gleðast um, at seks kvinnur og sjey menn stilla upp.


Kvinnurnar eru:

Kristianna Winther Poulsen

Sigrið Sámalsdóttir Hentze

Eyðgunn Samuelsen

Ingilín D. Strøm

Barbara Gaardlykke Apol

Bjørg Dam


Av hesum valevnunum er Sigrið Sámalsdóttir ein, sum vit ikki hava hoyrt um áður. Soleiðis sigur Javnaðarflokkurin um Sigrið:

Sigrið er uppvaksin og búsitandi á Sandi. Hon er 23 ára gomul og starvast sum hjálparfólk í barnagarðinum í Skopun. Heima hjá Sigrið hava politisk viðurskifti altíð verið á breddanum, og serliga hevur tað fylt nógv, at øll øki í landinum skulu verða umboðað. Harímillum Sandoyggin, sjálvandi. Sigrið kemur frá einum javnaðarheimi, og mamma hennara, Gudny, er forkvinna í Sandoyar Javnaðarfelagi. Men hon lærdi tíðliga at vera sjálvbjargin, sjálvstøðug og at finna sínar egnu politisku meiningar, sum so endaðu við at peika á Javnaðarflokkin.

Hinar uppstillaðu kvinnurnar í Javnaðarflokkinum eru allar royndar í politikki. Vert er at leggja sær í geyma, at Barbara Gaardlykke Apol stillaði upp til seinasta fólkatingsval og fekk 392 atkvøður. Hon fekk sostatt næstflest atkvøður av øllum kvinnunum, men hevði kortini langan veg til at vera millum tíggju teir stórstu atkvøðuslúkarnar, sum allir vóru menn. Men spennandi verður at síggja, hvussu fer at gangast Barbaru hesaferð.