Tíðindi
23.02.2022

Bara tí hann er maður?

“Eg kundi ikki funnið uppá at valt eina kvinnu, bara tí hon er kvinna.” Hetta hoyra vit í Demokratia javnan, tá tað stundar til val. “Man skal velja eftir førleikum og royndum – tann sum er best skikkaður,” verður eisini sagt.

 

Eg meini tað... Hesar seinastu mánaðirnar hava víst, at man velur ikki eina kvinnu, netup tí hon er kvinna. Tað snýr seg ikki um førleikar. Tað skal bara vera ein maður.

Eg skal als ikki taka nakað frá Una – hann hevur útbúgving og royndir fram um fráfarandi landsstýrismann, tá hann fyrstu ferð kom í landsstýrið, og hann er fólkavaldur við 464 atkvøðum. Men at vera fólkavaldur hevði ikki stórvegis týdning, tá Fólkaflokkurin valdi tveir aðrar menn í januar, fyri at ein kvinna, sum ikki aktaði, ikki skuldi sleppa inn í Løgtingið.

Eg hevði vónað – ja faktiskt væntað – at Fólkaflokkurin hevði valt eina kvinnu aftur. At teir hildu stílin frá fyrstu landsstýrisskipanini. Flokkurin hevur jú víst seg sum ein taktiskan flokk, sum vil varðveita og endurvinna valdið, og tað verður best gjørt við at tekkjast veljaran. Men tað sær út til at tað ikki er neyðugt at tekkjast kvinnuliga veljaran. Eg havi ilt við at trúgva, at har ikki eru fólkaflokskvinnur, sum eru skikkaðar, hava góðar førleikar og hava royndir í politikki, stjórasessum og fyritøkum.

Tað er so lætt sum veljari, setanarnevnd, politiskur flokkur, miðil og fyriskipari at siga, at vit velja ikki eina kvinnu, bara tí hon er kvinna. At vit velja eftir førleikum og royndum.
Løgmaður sigur seg ynskja javnstøðu, men heldur fast um at Fólkaflokkurin sjálvir gera innstillingina – bara teir ikki innstilla eina ávísa kvinnu. Hinvegin kann Løgmaður illa seta javnstøðukrøv, sum hann ikki sjálvur livur upp til.

So tað lekur millum teori og praksis, ynski og veruleika. Vit síggja dagliga, at summi velja ikki bert eftir førleikum og royndum. Og at tað ikki altíð er tann best skikkaði ella skikkaða, sum fær sessin ella starvið. Rætt kyn, geografi, valdstríð, familja, samkoma og annað sær út til altíð at hava størri týdning! Sannleikin er tíverri alt ov ofta, at summi velja ikki kvinnu, punktum!

Kristina Gry Berg, forkvinna