Tíðindi
04.02.2022

Unga slipsapanelið 

Tá politisku ungdómsfeløgini luttóku á kjakfundi á Kambsdali herfyri, gjørdi orðstýrarin vart við, at hetta var eitt slipsapanel. Fyri Demokratia var tað gott at hoyra, at reaktiónin uppá slipsalandstýrið hevur vakt eina tilvitsku, eisini millum ung. Men samstundis er tað hugstoytt, at reaktiónin var neyðug. 

Tað hevur týdning at gera vart við ójavna umboðan, tí so gerast vit varug við hana, tá vit síggja hana. Tástani kunnu vit av álvara tilvitað arbeiða við at tryggja, at umboðanin er jøvn, bæði í lands- og kommunalpolitikki, men sanniliga eisini á øðrum økjum.

 

Tað er at fegnast um, at miðnámsskúlar skipa fyri politiskum tiltøkum, tí tað kann birta uppundir politiska áhugan hjá ungdóminum, og gevur teimum ein møguleika at kunna seg um hugsjónir og sjónarmið hjá ymsu flokkunum. Ungdómsfeløgini fingu her møguleikan fyri at draga nýggj ung uppí politiska ungdómsarbeiðið.

 

Kortini var eingin kvinna í pallborðinum. Ilt er at vita hví...

 

Kanska hugsaði eingin um tað? 

Kanska vildi eingin luttaka? 

Kanska er eingin kvinna virkin í ungdómsfeløgunum? 

Kanska vildu ungu menninir taka pallin?

 

Men tað hevur týdning, at eisini kvinnur bjóða seg fram. 

 

Tað hevur týdning fyri einstøku kvinnuna at taka sítt pláss á pallinum. Tað er avbjóðandi fyri tey flestu at royna nakað nýtt, men vit mennast øll av at taka av nýggjum avbjóðingum, og vit vaksa við uppgávuni.

 

Men tað hevur eisini týdning fyri áhoyrararnar, at kvinnurnar taka pallin. Ung speglast í øðrum ungum, kvinnur speglast í kvinnum. Umboðan hevur týdning! Sjónligheit á ymsum økjum og pallum hevur týdning!


Allir politiskir flokkar siga seg arbeiða við javnstøðu og fyri javnari umboðan á uppstillingar–listunum. Tað vita vit frá okkara kanningum í fjør. Flokkarnir eru hugstoyttir um, at tað er so trupult at fáa kvinnur á listan. Í Demokratia tosa vit ofta um, hví so man vera.

 

Tað er ikki tí, at kvinnur ikki hava áhuga í politikki! Tað er ikki tí, at tær ikki eru virknar í politiska kjakinum ella á ymsan hátt í flokkunum. 

 

Ongastaðni hava vit sæð nakra kanning, sum sigur, at kvinnur ikki fara á val í eins stóran mun og menn. Eisini í politisku ungdómsfeløgunum síggja vit kvinnur í nevndum og á fundum. 

 

Kortini lofta tær ikki líka ofta fyrispurningum um at stilla upp. 

 

Kann ein av orsøkunum vera, at tær ikki síggja seg sjálvar speglaðar í politiska landslagnum? Er fatanin, at kvinnur ikki hava ein javnbjóðis møguleika fyri at luttaka í pallborðum og á kjakfundum?

 

Javnstøða kemur ikki av sær sjálvum. Men við einum lítlum innsatsi, kunnu vit koma væl ávegis.  Demokratia heitir tí á fyriskiparar, miðlar og politiskar flokkar um at hugsa um javna umboðan HVØRJA ferð! 

 

Fyriskiparar mugu krevja av flokkunum, at tey koma við tveimum umboðum, einari kvinnu og einum manni, til hvørt kjakkvøld ella panelfund. Fyriskipararnir mugu afturfyri tryggja, at bæði umboðini sleppa framat, t.d. við at hava tvey pallborð við javnari kynsumboðan.

 

Miðlarnir eiga eisini at tryggja javna kynsumboðan, hvørja ferð teir varpa ljós á politisk mál. Men so mugu allar kvinnur royna at taka av, hvørja ferð tær verða bidnar um at úttala seg ella at luttaka í almennum og politiskum kjaki.

 

Demokratia skipar javnan fyri politiskum fundum og kjakpanelum. Vit hava tá lagt dent á at fáa kvinnuligar luttakarar í panelini, og ofta bara kvinnur, fyri at viga upp ímóti stóru yvirumboðanini av monnum í politiska kjakinum. 

 

Hesum noyðast vit at halda fram við, so leingi sum støðan er, sum hon er. 

 

Komið nú, fyriskiparar, miðlar og flokkar, og tryggið at eisini Demokratia kann skipa fyri tiltøkum við javnari umboðan.

 

Eingin vil heldur enn vit, at javna umboðanin á øllum politiskum pallum er púra natúrlig, soleiðis at tørvur ikki longur er á Demokratia og okkara arbeiði.