Tíðindi
07.01.2022

Ongar kvinnur í Landsstýrinum

Íkomni ójavnin hevur vakt ans, her eru innsløg um manglandi kvinnuumboðanina í Landsstýrinum

 

Verandi støða gongur beinleiðis ímóti demokratisku virðunum. Við sjey landsstýrissessum er pláss fyri kvinnuligari umboðan. Alt annað er uttanumtos. Hetta umrøður Kristina Gry Berg í Góðan Morgun Føroyar. 

Hoyr innslag við Kristinu Gry Berg forkvinnu í Demokratia í Góðan Morgun Føroyar her. 

Tað er ikki einans Demokratia, ið vísa á, at manglandi kvinnuumboðanin er ein trupulleki, ungar kvinnur tala eisini at í Degi og Viku. 

Síggj innslag í Degi og Viku har samrøða er við Mai Laksafoss Simonsen, forkvinnu í Javnsstøðunevndini og tvær ungar kvinnur, ið kenna seg illa umboðaðar í Landsstýrinu.