Tíðindi
07.03.2021

Javnstøða 2021?

Grein hjá Beintu í Jákupsstovu, professara. Prentað í Dimmalætting fríggjadagin 5. mars í samband við altjóða kvinnudagin 8. mars 2021

8. mars verður steðgað á um allan heim, at meta um støðuna hjá kvinnum. Eisini í Føroyum verður hugsað um javnstøðu tann dagin í árinum:  Er tað framvegis munur á lívskorum hjá kvinnum og monnum? Um so er, hvørji føra ein kvinnupolitikk, sum kann minka um órættvísi?

Ofta munnu tær, sum hava stríðst fyri javnstøðu, hava upplivað, at tær tosa fyri deyvum oyrum.  Tað er tankavekjandi, at fólk, sum hava skift kyn, merkja mun. Ein kvinna, sum varð maður, upplivdi, at nú varð lurtað eftir tí, hann segði: “People actually listen to what I say and pay attention,” he said. “I feel like I'm getting taken more seriously”. Menn, sum vórðu kvinnur, upplivdu tað øvugta, at sum kvinna var hon ikki longur partur í orðaskiftinum (sí https://www.independent.co.uk/life-style/transgender-people-treat-man-woman-differently-lgbt-gender-images-perception-a7681866.html).

Eg fari her at byrja við at vísa á nakrar kvinnupolitiskar avbjóðingar, sum enn ikki eru loystar, kanska tí ikki verður lurtað eftir kvinnum á tingi og kommunustýrum? Málið um javna umboðan er ikki rokkið. Tað má til, fyri at tær skulu vinna fram í politiska orðaskiftinum. Kvinnur og menn hava ymiskan leiklut í politikki, og hava ymiska áskoðan um tørv á almennum vælferðarstovnum. Hetta sær út til enn einaferð at verða váttað í  spurnakanning, sum varð gjørd í heyst millum uppstillaði í 2016.  

 

Kvinnupolitiskar avbjóðingar

Samfelagið ger mun á monnum og kvinnum, tá tað kemur til at fáa eitt gott lív.  

Fyri tað fyrsta er tað tann systematiski munurin millum inntøku hjá kvinnum og monnum. Fram til 1981 var tímalønin, sum varð fastsett eftir samráðingum millum partarnar, hægri hjá monnum enn hjá kvinnum. Hóast hetta formliga er ein farin tíð, er tað framvegis so, at menn sum heild fara við einum størri parti av inntøkunum enn kvinnur sum heild. Lægri inntøka ávirkar sjálvandi lívskorini, t.d. møguleikar at fáa ein bústað. Størv, har tey flestu eru kvinnur, eru lægri lønt enn ‘mansstørv’. Har afturat kemur, at tað eru nógv fleiri kvinnur enn menn, sum ikki kunnu arbeiða fulla tíð. Seinni í lívinum merkja tær, hvussu lægri normering og lægri løn ávirkar pensjónsuppsparingarnar hjá kvinnum, so tær enntá í pensjónsárum eru verri fyri enn menn.        

Her koma vit til næsta systematiska mun, sum kvinnurørslan setti sjóneyka á, nevnliga kynsmentanin í samfelagnum við øllum teimum normativu krøvum, sum verða sett til kvinnur og menn. Teir skulu vera forsyrgjarar og innuløgumenn, tær skulu gera lívið dælt hjá manni og familju. Eitt er normativu krøvini um at vera vøkur og tekkilig. Hetta fer við nógvari orku og pengum, og gongdin hevur verið øvugtan veg, síðan kvinnurørslur fóru at gera uppreistur móti kommersiella kvinnuidealinum í 1970unum og 1980unum. Annað er ólønta umsorgarbyrðan í familjuni. Her er nógv broytt, pápaleikluturin er ein annar í dag, men framvegis er tað so, at kvinnur sum heild hava størstu umsorganarbyrðuna, og illa klára seg fíggjarliga uttan ein forsyrgjara. Kanningar vísa somuleiðis, at mammur, ið eru stakir uppihaldarir, eru tann bólkurin, ið er ringast fyri – bæði peningaliga og sosialt. 

Kvinnurørslan vildi avskaffað munin á materiellum korum hjá kvinnum og monnum, og mentanarligu kúganina í paternalistiska samfelagnum. Eitt, sum tá mátti gerast, var at mága grundarlagið undan triðja systematiska muninum millum menn og kvinnur. Menn sótu við politiska valdinum. Tørvin á almennum tiltøkum vóru tað bara menn, sum orðaðu. Teir høvdu vald at avgera, hvat ið kommunan skuldi ella ikki skuldi gera. Kvinnurørslan strongdi á at tryggja, at eisini áskoðan hjá kvinnum var umboðað, bæði í lands- og lokalpolitikki.

Samanumtikið eru avbjóðingarnar hjá kvinnurørsluni

·         At tryggja kvinnum eins góð lívskor sum menn

·         At bróta niður eina samfelagsmentan, har tað er ein serlig kúgan av kvinnum

·         At fáa eitt javnt kynsbýti, har politiskar avgerðir verða tiknar

 

Menningin av kvinnuumboðan í kommunustýrum

Kommunuvalið í 2020 førdi ikki til, at kvinnur vórðu eins væl umboðaðar í kommunustýrunum sum menn. Býtið varð 36 prosent kvinnur og 64 prosent menn. Til saman vórðu 71 kvinnur valdar, tríggjar fleiri enn í 2016. Seint gongur, hóast umboðanin er væl frægari enn í 1984. Tá vóru framvegis 95 prosent av kommunustýrislimum í landinum menn. Men tá var ein kvinnurørsla farin at arbeiða fyri, at kvinnur skuldu fáa líka góða umboðan sum menn, og tað gjørdi mun.

Í 1970-unum var nógv arbeiði, og kvinnur fóru út á arbeiðsmarknaðin. Men framvegis sluppu tær ikki framat, har politiskar avgerðir vórðu tiknar. Teir, sum mannaðu bý- og bygdaráð, raðfestu ikki bygging av barnagørðum. Tað mátti til, um kvinnur skuldu út í arbeiði, og tær máttu fáa egna inntøku fyri at fáa størri frælsi materielt og sosialt. Men um kvinnur skuldu verða valdar, máttu tær verða uppstillaðar, og summa staðni vóru menn ímóti at fáa kapping frá kvinnum á ‘sínum’ listum. Um ein kvinna varð vald, mátti ein maður út. Harafturat var ikki óvanlig hugsan manna millum, at kvinnur ikki kundu vera politikarar.

Kvinnurørslur um landið gjørdu tá kvinnulistar fyri at fáa kvinnur í bygda- og býráð, tann fyrsti í Vestmanna í 1976. Tað gjørdi mun. Summa staðni vóru kvinnur á kvinnulistum vórðu valdar. Aðra staðni fóru teir gomlu listarnir, fyri at forða kapping fra kvinnulista, nú at stilla kvinnur upp, sum so vórðu valdar. Í 1984 vóru, sum nevnt, bara 5 prosent av bý- og bygdaráðslimum kvinnur (til saman 14 kvinnur). Í 1988 vóru kvinnulistar í sjey kommunum, 11 vórðu valdar frá hesum listum, og har afturat komu 22 kvinnur valdar á øðrum listum. Nú vóru 11,5 prosent kvinnur. Til valini í 1992 og 1996 vóru tað tilsaman átta kvinnur, sum vórðu valdar á kvinnulista. Í 2000 vóru tað seks kvinnur, sum vórðu valdar á reinum kvinnulistum, og har afturat tríggjar valdar á ‘kvinnulista light’, har tað var gjørt pláss fyri einum manni á kvinnulistanum (kanska sum eina undanførslu fyri, at her ikki var talan um ‘reyðsokkar’?). Úrslitið av kommunuvalinum í 2000 var, at 23 prosent av teimum valdu vóru kvinnur.

Hvussu er støðan í dag? Úrslitið av valinum í 2020 var, at tilsaman 128 menn og 71 kvinnur vórðu valdar, tvs. at 64 % vóru menn, 36 % kvinnur. Hetta var eitt vet frægari enn valúrslitið í 2016, tá vóru 66 % menn og 34 % kvinnur. Hyggja vit 20 ár aftur í søguna til valið í 2000, er tað hend ein menning. Tá var næstan fjórði hvør kommunstýrislimur kvinna, nú er meira enn triðji hvør kvinna.

Men seint gongur, um málið er, at kvinnur skulu vera eins væl umboðaðir sum menn.

 

Um vit í staðin fyri at hyggja at prosentum, telja kvinnurnar, síggja vit, at tað vóru næstan 100 fleiri kvinnur uppstillaðar í 2000 enn í 2020. Bara 8 fleiri kvinnur vórðu valdar í 2020, og tað vórðu fleiri kvinnur, sum vórðu borgarstjórar aftan á valið í 2000, enn aftan á valið í 2020. Kommunurnar eru færri, og færri fólk verða uppstillað. - Ein broyting er tó hend síðan 2000. Tá tyktust veljararnir heldur at vilja velja menn enn kvinnur, tí lutfalsliga færri av teimum kvinnuligu, og fleiri av teimum mannligu, valevnunum vórðu vald. Hendan mun síggja vit ikki longur. Til valið í 2016 var tað sama prosentbýtið millum uppstillað og vald, og nú til valið í 2020 vóru 34 prosent av teimum uppstillaðu kvinnur, men 36 prosent av teimum valdu vóru kvinnur.

 

Nógv fleiri menn enn kvinnur verða uppstillaðir. Munur er á listum, men ofta er bara ein kvinna á listanum saman við nógvum monnum. Til valið í 2020 vóru reinir manslistar í Fámjin, Klaksvík og Tvøroyri, umframt at listi við bara einum manni vóru í Klaksvíkar og Vága kommunu. Til samanberingar var bara ein kvinnulisti, tað var í Hovi, har tvær kvinnur stóðu á tí eina listanum. Í 2016 var seinasta ferð, at nakar av teimum ‘gomlu’ kvinnulistunum stillaðu upp, teir vóru í Skopunar og Nes kommunu.

 

Tann kvinnufelagsskapur, sum serliga í 1970unum og 1980unum stríddist fyri betri politiska umboðan, varð við árunum útskift av almennum stovnum. Tær báðu fyrstu løgtingskvinnurnar, valdar í 1978, fingu í 1981 undirtøku fyri at seta eina javnstøðunevnd, sum fór at virka í 1986. Í 1994 kom Javnstøðulógin, sum ásetur, at ikki er loyvt at gera mismun á fólki vegna kyn, og javnstøðunevndin skal tryggja, at lógin verður fylgd. Í 2006 varð Demokratia sett at fáa betri kvinnuumboðan í føroyskum politikki. Hesir stovnar høvdu neyvan komið uttan ta virknu kvinnurørslu, sum var tá; men hjálp kom eisini uttan ífrá. Serliga gjørdi tað mun, at boð komu frá CEDAW-nevndini hjá ST. - CEDAW, sum er ein stytting fyri Convention on the Elimination of All Forms of Discrimination against Women, fann út av ússaligu kvinnuumboðanini í Føroyum: Eingin kvinna var í landsstýrinum, og minni enn 10 prosent kvinnur í Løgtinginum í 2004-2008. – Í dag er ein einsamøll kvinna í landsstýrinum og bara 10 løgtingskvinnur, so ikki er komið á mál í landspolitikki heldur.

 

Frá at menn ikki vildu hava kvinnur á sínum listum, er tað við árunum vorðið skomm, um flokkar ikki klára at fáa kvinnur at stilla á sínum listum. Kvinnum nýtast ikki longur at gera serligar listar fyri at fáa kvinnulig valevni. Men er tað munur á, hvat ið verður væntað av kvinnum og monnum, sum stilla upp? Hvat siga tey uppstillaðu sjálvi?

 

Nøkur úrslit frá spurnakanningum millum tey, sum vóru uppstillað til kommunuval

 

Áðrenn valið í 2020 gjørdi Demokratia eina spurnakanning millum tey, sum høvdu verið uppstillað til kommunuvalið í 2016. Meira fer at vera at frætta frá hesi kanning seinni í vár. Her skal eg bara vísa á nøkur fá tøl, sum kunnu lýsa, um tað er munur á, hvussu tey uppstillaðu hugsaðu um sín leiklut fyri 16 árum síðan, tá slík kanning varð gjørd fyrstu ferð, og í dag.

 

Eitt, sum tykist at vera óbroytt, er hugsanin um, at neyðugt er at hava kvinnur á listanum. 41 prosent av kvinnuligu valevnunum í 2016 hildu, at tað, at tær eru kvinnur, hevði týdning fyri at tær vóru spurdar um at standa á lista. Hetta er umleið tað sama sum í 2004, tá 43 prosent hildu seg vera spurdan, tí tey vildu hava kvinnur á listan. 

 

Okkurt er eisini broytt. Tað sæst, at fleiri kvinnur høvdu roynt seg sum politikari, tá listar skuldu gerast til valið í 2016. Í 2004 vóru tað bara 7 prosent av kvinnunum, men 26 prosent av monnunum, sum hildu at politiskar royndir var ein grund til at biðja seg standa á lista. Í 2020 var tað lítil og eingin munur á svarunum frá kvinnum og monnum, ávv. 18 og 19 prosent søgdu, at politiskar royndir hevði havt týdning fyri at tey vóru biðin um at standa á lista.

 

Tørvur á kommunalum vælferðarskipanum var helst tað, sum í sínari tíð setti ferð á kvinnurørsluna at fáa valt kvinnur í bý- og bygdaráðini. Er tað framvegis so, at tað serliga eru kvinnur, sum síggja tørvin á kommunalum vælferðarstovnum? Ein spurningur ljóðar soleiðis: “Tað eru ymiskar uppgávur, sum kommunan kann og skal røkja. Hvat heldur tú, at politikararnir í tínari kommunu eiga at leggja dent á at fáa gjørt nakað við. Vinaliga set kross við øll øki, frá 1: lítlan týdning, til 5: stóran týdning.” Bæði kanningin, sum var gjørd heystið 2020, og tann frá 2004, vísa, at tá tað kemur til barnaansing og eldraøkið, eru tað nógv fleiri kvinnur enn menn seta kross á 5: stóran týdning. 

 

Fyribils tøl frá 2020-kanningini vísa eisini eitt rák, har uppstillaðar (og kanska serliga uppafturstillaðar?) kvinnur eru vorðnar meira upptiknar av siðbundum kommunupolitikki sum byggimál o.t., og kanska eitt sindur minni av vælferðarpolitikki. Men fyrst og fremst vísir Talva 2, at tað er munur svarunum frá uppstillaðum kvinnum og monnum, og tí er so umráðandi at hava bæði kyn umboðað í kommunustýrunum. Spennandi verður at fáa fleiri og meira nágreinilig úrslit frá hesari kanning seinni í vár.

 

Politisk umboðan skuldi vera eitt amboð, so at kvinnur fingu betri lívskor. Kvinnur skuldu verða økonomiskt frælsar, og kynsmentanin skuldi broytast, so at kvinnur skuldu sleppa burtur úr trupla og undarliga samanflættaða leiklutinum sum mamma, madonna og skøkja.  Nú setur CEDAW aftur sjóneyka á Føroyar. Spurt verður hesuferð, um politikkøki, sum serliga hava týdning fyri kvinnur og teirra heilsu og vælferð, verða nóg væl røkt í politisku skipanini. Hvørji eru kvinnupolitisku málini hjá politisku flokkunum?

 

Beinta í Jákupsstovu