Tíðindi
04.09.2020

Vit ynskja, at fleiri kvinnnur stilla upp til kommunuvalið 2020

Nú skulu vit hava fleiri kvinnur í bygda- og býráðini í Føroyum!

Eitt fjølbroytt politiskt landsslag hevur avgerandi týdning fyri, hvørjar avgerðir verða tiknar, og hvussu tær verða tiknar. Eitt fjølbroytt politiskt landslag hevur eisini týdning fyri, hvørjar raðfestingar verða gjørdar í kommununi.

Tíðin er farin frá at spyrja, um tað hevur týdning at fáa fleiri kvinnur inn í kommunurnar, til at siga: sjálvandi hevur tað týdning. Vit hava brúk fyri ymisleika til at taka skilagóðar og umboðandi avgerðir. 

Ímeðan korona-farsóttin hevur herjað, hava vit sæð, at kvinnur hava staðið í fremstu røð við stórari ábyrgd. Nú er tíðin komin at lata ávirkan fylgja við ábyrgd. Tí samstundis sum hesi størv, sum vera lýst í átaki okkara í Demokratia, hava stóra ábyrgd, hava tey lítla ávirkan á avgerðir, sum verða tiknar. 

Okkum tørvar teirra royndir og royndirnar hjá einum fjølbroyttum hópi av føroyingum yvirhøvur. 
 
Tí siga vit heilt einfalt við allar kvinnur: STILLIÐ UPP til kommuvalið 2020 - tín kommuna hevur tørv á tær.