Verið trúgvar móti egnum virðum
Hesa ferð svarar Fía Selma Nielsen frá Fólkaflokkinum spurningum um sítt politiska virki.
Navn: Fía Selma Nielsen
Politiskur flokkur: Fólkaflokkurin
Borgarlig starv: Fíggjarleiðari hjá Vága Kommunu
Hvat fekk teg at taka avgerðina at royna teg í politikki?
Míni hjartamál eru, at tað skal vera meira liviligt hjá vanligum fólkum í Føroyum, og at øll skulu hava ein bústað. Hetta haldi eg meg kunna geva eitt gott samfelagsligt íkast til at fremja góðar loysnir. Harafturat vigaði tað nakað, at kvinnur mangla í politikki, og kanska serliga í okkara flokki
Hevði tú nakrar fyrimyndir, sum kveiktu tín áhuga fyri politikki?
Eg havi altíð havt áhuga í politikki. Mær dámar væl siðiligar politikarar, sum klára at bera síni sjónarmið væl fram og duga væl at grundgeva fyri teimum. Um eg skal nevna ein, so dámdi mær Annfinn Kallsberg serstakliga væl. Harafturat havi eg lisið nógv um Margaret Thatcher og hugt at fleiri sendingum um hana.
Hvussu vóru tínar fyrstu upplivingar sum politiskt virkin kvinna?
Bara góðar upplivingar, var væl móttikin allastaðni, og øll ynsktu mær blíðan byr.
Hvat hevur verið tann størsta avbjóðingin í tínum politiska virksemi?
At hava meiningar um etisk mál.
Hevur tú upplivað, at títt kyn hevur havt ávirkan á, hvussu tú verður møtt sum politikari?
Nei. Yvirhøvur er tað fáar ferðir í lívinum, at eg havi upplivað, at mítt kyn hevur havt ávirkan á, hvussu eg eri blivin møtt á arbeiðsmarknaðinum.
Hvat er tín størsti sigur, ella tann løtan, tú ert mest stolt av?
Eg haldi ikki, eg havi vunnið mín størsta sigur enn – men eg var sera rørd av, at eg fekk so nógvar atkvøður.
Hvørji ráð vilt tú geva kvinnum, ið umhugsa at stilla upp í politikki?
Verið trúgvar móti tykkara egnu virðum.
Hvat heldur tú, at vit sum samfelag kunnu gera fyri at fáa fleiri kvinnur at taka lut í politikki?
Vit kunnu skapa betri karmar fyri kvinnur at luttaka – bæði við praktiskari hjálp, og við at broyta hugburð. Tað er týdningarmikið at vísa, at politikkur ikki krevur, at tú ert ekspertur í øllum, men at tú hevur hjarta fyri samfelagnum. Mentanarliga mugu vit eisini arbeiða við at normalisera kvinnur í leiðandi støðum og geva teimum rúm at vera seg sjálvar – eisini tá tær hava børn.
Hvussu sært tú framtíðina fyri kvinnur og teirra umboðan í politikki?
Eg síggi eitt nýtt ættarlið av kvinnum, sum tora at siga sína meining og hava dirvi at stilla upp. Um vit halda fram at stuðla og eggja gentum og ungum kvinnum, so trúgvi eg, at vit fara at síggja eina javnari umboðan í framtíðini – og ein politikk, sum í størri mun tekur hædd fyri øllum borgarum.