Tíðindi
04.10.2024

Kvinnur mangla demokratiskt sjálvsálit

Nýggj kanning hjá Demokratia vísir greitt, at demokratiska sjálvsálitið haltar hjá kvinnunum. Hetta er ein av orsøkunum til vantandi kvinnuumboðanina í politikki.

Hóast vit samanumtikið kunnu siga, at fleiri kommunur fingu framgongd á kommunuvalinum í 2020, og at kvinnuumboðanin støðugt er økt við tíðini, skulu hesi úrslit ikki takast fyri givið. Og sjálvandi skal kynsbýtið vera enn javnari, tá atkvøðurnar eru taldar upp týskvøldið 12. november 2024.

Vit í Demokratia vildu vita, hví kvinnur ikki ikki stilla upp í líka stóran mun sum menn.

Í staðin fyri at gita, vildu vit vita. Tí fóru vit í samstarv við Lóður um eina kanning av veruligu orsøkunum til, at vit hava so skeivt kynsbýtið.

Ein av spurningunum ljóðaði, at svargevarnir skuldu nevna tríggjar tær størstu orsøkirnar, til at man ikki stillar upp í poltikki. 

Sum tit síggja, er tíðin avgerandi fyri bæði menn og kvinnu, tá tey skulu nevna orsøkina fyri, at tey ikki luttaka í politikki. Hetta er tó ikki orsøkin til, at færri kvinnur stilla upp enn menn, tí tað eru fleiri menn, enn tað eru kvinnur, ið nevna hesa orsøk. 

Tó eru kvinnur væl betur umboðaðar, tá tað snýr seg um svarini "eg veit ikki nóg nógv til at luttaka og "tað tykist ov innviklað".

Her koma vit inn á tað økið, ið eitur Demokratiskt sjálvsálit. Ávísin demokratiskt sjálvsálit byggir á tríggjar spurningar, ið verða samanroknaðir til eitt miðaltal. Hesir spurningarnir eru:

  • Eg havi okkurt at koma við, tá politikkur verður umrøddur millum vinir og familju.
  • Eg havi politiskar ákoðanir, sum eru verdar at lurta eftir.
  • Eg skilji flestu politisku spurningar og mál.

Úrslitið er púra greitt:

Í øllum aldursbólkum er stórur munur á, hvat menn og kvinnur svara. 

Fyri bólkin 18-29 ár er demokratiska sjálvsáltið hjá monnum 34%, meðan tað er 24% hjá kvinnum

Í aldrinum 30-39 ár er demokratiska sjálvsáltið hjá monnum 47%, meðan tað er 26% hjá kvinnum

Í aldrinum 40-49 ár er demokratiska sjálvsáltið hjá monnum 56%, meðan tað er 32% hjá kvinnum

Í aldrinum 50-59 ár er eitt sindur frægari. Meðan demokratiska sjálvsáltið hjá monnum enn er 56%, er tað nú 46% hjá kvinnum. Við øðrum orðum, er hetta sama tal sum hjá teimum 18-29 ára gomlu.

Munurin hækkar tó aftur í aldrinum 60-75 ár, har demokratiska sjálvsálitið hjá monnum fer upp til 59%, meðan tað fellur niður á 40% hjá kvinnum.

Les kanningina her