Valevni
Aftur

Kristianna Winther Poulsen

Eg eiti Kristianna Winther Poulsen, og eg bjóði meg fram fyri Javnaðarflokkin.

Eg eri fødd í 1969 og eri mamma at einum soni, sum er føddur í 2000.

Eg havi havt sæti á tingi síðani september 2015.

Eg bjóði meg fram, tí eg ynski at gera mítt fyri, at Føroyar verða eitt meira tíðarhóskandi samfelag, har menniskju í øllum okkara fjølbroyttu útgávum fáa møguleika at trívast og finna meining við at liva sítt lív. Okkara land er millum heimsins bestu, men tíverri fáa ikki øll lut í tí framburði, sum er í Føroyum í dag.

Landsins politiska leiðsla skal syrgja fyri at skapa góðar karmar fyri øll og serliga fyri tey menniskju, sum av onkrari orsøk ikki megna at klára seg sjálvi. Tí hini skulu nokk klára seg. Orðini eru leysliga endurgivin eftir Kim Larsen, sála. Og eg haldi, at hetta lýsir væl ta uppgávu, sum vit politikarar hava – at lofta teimum, sum hava tørv á tí, umframt at vit skulu skapa karmar fyri einum tíðarhóskandi og rúmligum samfelag.

Eg vil arbeiða fyri javnbjóðis atgongd til vælferð og virðir, og at vit øll rinda í felagskassan eftir førimuni. Hetta tryggja vit best við einum sterkum Javnaðarflokki.

Talan kann vera um atgongd og atkomu í orðsins breiðasta týdningi: atgongd til náttúruna, atgongd til tak yvir høvdið, atgongd til eina virðiliga tilveru fyri børn og vaksin við serligum tørvi, atgongd til útbúgving, bæði bókliga og handaliga, atgongd til frítíðartilboð innan mentan og ítrótt, atgongd til føroyska samfelagið fyri tilflytarar, atgongd til heilsuverkið.

 

Tað er eisini atgongd til samskifti. Nógv fólk stríðast við orðblindni og lesa tí neyvan alt skrivligt samskifti. Eg gjørdi av at leggja mín boðskap fram sum bæði tað vanliga lesarabrævið og sum ljóðbræv. Eisini tunghoyrd og deyv skulu hava atgongd til samskiftið, so teknmálstulking og/ella undirtekstir í sjónvarpinum eiga at vera ein sjálvfylgja.

Atgongd er eisini atgongd til eitt vælvirkandi heilsuverk, sum vit eru trygg við. Sálarsjúk skulu hava betri umstøður, bæði á Psykiatriska deplinum og tá ið tey koma út aftur í samfelagið, við uppfylgjandi viðgerð og við hóskandi bútilboðum.

Atgongd til tak yvir høvdið fyri bæði yngri og eldri, fólk á bygd og í bý, og fyri fólk við avmarkaðum førleika er eisini eitt mál, sum vit mugu loysa. Tað er ein trupulleiki, at ungar familjur skulu seta seg í skuld fyri fleiri milliónir fyri at fáa eitt heim, og at fólk, sum ikki búgva í býnum, ikki fáa fígging til húsabygging ella húsakeyp.

Umhvørvisvernd á øllum stigum - eisini í gerandisdegnum

Orkuskiftið til grøna orku

Betri arbeiðsumstøður fyri listafólk

Ein vælskipað ferðavinna

Gongd í haga og hvørsmansrættur

Viðlíkahald av infrakervi og landsins ognum

Arbeiðsmarknaðarmál og arbeiðsumhvørvi – eisini sálarligt arbeiðsumhvørvi

Integratión

 

Eg eri útbúgvin Cand.mag. frá Roskilde Universitet, Master of Science in Management, Robert Gordon University. Harumframt havi eg regluliga tikið spennandi skeið, eitt nú í samskifti, í retorikki og í fagurfrøði á Fróðskaparsetrinum. Eg havi havt eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðslív, áðrenn eg fyrstu ferð bjóðaði meg fram í politikki í 2011.