Valevni
Aftur

Joan Samuelsen

Eg eiti Joan Samuelsen, eg eri 42 ára gomul. Eg eri útbúgving lærari, og í løtuni leggi eg seinastu hond á útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Eg havi altíð havt áhuga í poliktikki, men tað varð ikki fyrr enn í 2015, at eg valdi at blanda meg aktivt uppí.

Tað er á politiska pallinum, at avgerðir verða tiknar. Avgerðir, sum hava ávirkan á okkum øll, og hvussu vit skipa okkara gerandisdag. Hetta ynski eg at verða partur av. Tí eg meti meg hava førleikar, áræði og arbeiðslag, sum kemur Føroya fólki til góða.

Trivnaður liggur mær altíð fremst í huga. Hetta er eitt breitt hugtak, tí trivnað kenna vit øll, alt eftir hvønn einastaka tørv vit hava.

·         Tað skal vera gott at vera føroyingur. Hetta merkir, at familjan skal hava tað gott. Sjálv meti eg, at foreldur vita best, hvussu tey skulu skipa síni viðurskifti. Tí eigur avgerðin, um hvussu barnsburðarfarloyvi verður býtt, at liggja hjá foreldrunum.

·         Børnini eru framtíðin, vit gera langtíðar løgur í alt møguligt. Vit skulu eisini gera løgur í børnini. Nøktandi lønarviðurskifti og tíð hjá námsfrøðingum og lærarum, sum skulu stimbra og menna okkara unga tilfeingi.

·         Okkara vakra náttúra má ikki leggjast í oyði, tí vit ikki tora at skipa hesi viðurskifti. Vit eiga at skilja ímillum føroyingar og ferðandi. Tað eru fleiri og fleiri, sum leita sær hendan vegin, men enn mangla vit at fáa fleiri viðurskifti upp á pláss. Smá vinnurekandi, sum royna at geva okkara ferðandi eitt gott og positivt upplivilsi, skulu verða stimbrað til tað. Vit skulu ikki vera so “fitt” at vit ikki tora at lata fólk rinda fyri upplivingar. 

·         Familjur og fólk við serligum avbjóðingum mugu hava nøkandi kor. Her kunnu nevnast atkomumøguleikar hjá fólki í bera brek, fleiri skúlatilboð til næmingar við serligum tørvi, vardar íbúdir, fleiri umlættingartilboð og fleiri onnur viðurskifti.

·         Heilsuverkið, sum vit øll brúka so ella so, eigur at fáa nøktandi karmar. Bíðilistarnir eru langir, og starvsfólk renna fyri at fáa gerandisdagin at koyra. Tíðin strekkir ikki til, og er hetta ikki nøktandi fyri nakran.

·         Vit gerast fleiri og fleiri eldri, tað skal ikki kennast sum ein byrða. Vit skulu geva teimum, sum undan okkum hava skipað land, virðilig kor og tilboð. Ynskið er, at fleiri ynskja at arbeiða innan økið. Hetta merkir løn og arbeiðstíðir. Karmar skulu skipast, so tað verður betur umtókt at skúla seg á hesum øki, bæði hjá kvinnum og monnum.

Tað eru sjálvandi fleiri viðurskifti, sum gera seg galdandi, tá trivnaði umræður, og ynski eg at arbeiða fyri, at vit øll kenna, at rúm er fyri mær í Føroyum.