Valevni
Aftur

Ruth Vang

Ruth Vang er 53 ára gomul, búsitandi í Havn og gift Dániali. Tey eiga 3 børn og 2 ommu- og abbabørn. Ruth er útbúgvin ljósmóðir, umframt at hon hevur HD í roknskapi, fíggjarstýring og fíggjarráðgeving. Hon hevur starvs- og leiðsluroyndir frá heilsuverki, fíggjarheimi og kommunalari fyrisiting.

 

Ruth hevur verið varðafólk á tingið hetta skjótt farna valskeiði, og formaður í fíggjarnevndini meginpartin av tíðini.

 

-  mítt mál er, at veljarin kann hava álit á, at eg sum politikari livi upp til mína ábyrgd. At vit tora at taka røttu avgerðirnar, eisini tá ikki øll taka undir við teimum.

Eri fegin um, at landskassin hevur havt so stórt avlop hesi árini, at tað er eydnast at minka munandi um skuldina og leggja til síðis til verri tíðir. Skynsamur fíggjarpolitikkur er fortreytin fyri vælferðarskipanum okkara. Tað er avgerandi fyri føroyska sjálvræði, at vit gerast alt meiri sjálvbjargin fíggjarliga.

 

- eg ynski mær eitt rúmsátt samfelag, har tann einstaki hevur bestu umstøður at fylgja sínum málum og dreymum, eisini um tað ikki er í samsvari við vanligastu fatanina av tí góða lívinum.

 

- Tær avbjóðingar, eg meti sum mest átroðkandi júst nú, er ein framhaldandi menning av heilsuverkinum til heimsins besta. At vit seta ferð á umleggingina til grøna orku. At vit loysa tær avbjóðingar, sum vaksandi ferðavinnan hevur við sær.