Valevni
Aftur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

Biografi:

Navn: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur gift við Finn Hansen í Klaksvík Vit eiga 3 børn, Ellinor Mercedis, Karl Amadeus og Matilda Mercedis, og so eiga vit eisini 2 barnabørn, Villiam og Finn.

 

Havi vanliga skúlagongd, realskúla og HF- skeið.

 

Havi starvast sum posthúsassistentur á Posthúsinum í Tórshavn frá 1983 -1985. Í 1985 fór eg til Danmarkar at taka útbúgving sum politistur. Bleiv liðug á politiskúlanum í 1988 og flutti til Føroyar sum 24 ára gomul útbúgvin løgreglukvinna. Starvaðist á politistøðini í Havn í knapt eitt ár, áðrenn eg fór til Klaksvíkar at arbeiða sum politistur í 1989. Fyrsti kvinnuligi politistur í Norðoyggjum.

 

Havi arbeitt í Klaksvík síðani við undantak av styttri tíðarskeiðum, har eg arbeiddi á Kriminaldeildini og í ferðslupolitinum í Havn. Arbeiddi eisini aftur í umgangstænastuni í Havn í 2005/06. Bleiv vald inn í Klaksvíkar býráð tvær ferðir, til eg valdi ikki at stilla uppaftur til seinasta býráðsval. Bleiv vald inn í løgtingið í 2009 og havi verið har síðani.

 

Eri uppstillað til komandi løgtingsval og vóni sjálvandi at blíva afturvald. Tað, sum mær dámar best við politikki, er at síggja úrslit, og kempi, til eg komi á mál. Úrslit, sum eg eri serliga glað fyri at hava nátt, er, um eg taki býráðspolitikkin fyrst, so er tað, at Heimið við Vágna bleiv til veruleika, sjálvt um tað var í allarringastu tíðum fíggjarliga, at vit byrjaðu upp á hetta. Um eg skal nevna eitt av fleiri málum í landspolitikki, so er tað, at tað eydnaðist at fáa pensjón til útslitnar sjómenn og onnur niðurslitin arbeiðsfólk. Núsitandi samgonga tók undir við tí og tók tað við í pensiónsreformin. At hesi skuldu hava møguleika at fara á pensjón áðrenn vanligan pensjónsaldur. Tað sigur seg sjálvt, at hetta ber ikki til at fáa ígjøgnum uttan stuðul frá øðrum, bæði persónliga og politisk. Tað eri eg sera takksom fyri.