Valevni
Aftur

Kristina Háfoss

Góði veljari.

 

Takksom fyri møguleikan at lýsa, hvør eg eri, og hvat eg ynski at virka fyri, her á hjá Demokratia.

Hvør eri eg? Eri mamma, dóttir, systir, landsstýriskvinna, starvsfelagi, kona og vinkona. Havi millum annað 4 børn, mann, og eru vit 4 systrar - í mínum lívi.

Havi altíð havt ein brennandi áhuga fyri at skapa eitt so gott og sjálvbjargið samfelag sum møguligt fyri øll. Eri útbúgvin innan løgfrøði (cand.jur) og búskaparfrøði (cand.polit). Havi arbeiðsroyndir sum landsstýriskvinna, løgtingskvinna, og sum leiðari, búskaparfrøðingur, løgfrøðingur og nevndarlimur – bæði hjá tí privata, almenna, í fakfelagi og áhugafelagsskapi.

Øll gera vit okkara til at skapa eitt gott samfelag fyri øll. Bæði hjá tí almenna, hjá tí privata og í virksemi annars. Eri takksom fyri álitið og møguleikan eg havi fingið seinastu mongu árini.

Takksom fyri, at eg sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum - saman við nógvum góðum fólkum - havi havt møguleikan fyri at arbeiða fyri at gera Føroyar til eitt enn betri og sjálvbjargnari land fyri øll. Saman hava vit rokkið nógvum málum seinastu árini. Vit eru farin hvønn dag til arbeiðis fyri at røkka teimum málum, ið vit lovaðu at fremja. Flestu av málunum eru framd, meðan onnur eru eftir at fremja. Nógv gott er gjørt, men enn er nógv, ið skal gerast nógv betur.  Tí bjóði eg meg fram aftur á hesum løgtingsvalinum.

Fái eg títt álit á komandi løgtingsvali, fari eg at virka fyri, at vit røkka einum enn sjálvbjargnari og eydnuríkari Føroyum fyri bæði núverandi og komandi ættarlið. Einar Føroyar, har vit leggja dent á, at øll skulu hava góðar møguleikar at skapa sær tað lív, tey ynskja, og at trívast og mennast. Einar Føroyar, har okkara ungu í enn størri mun kunnu velja at útbúgva seg og búgva. Einar Føroyar, har tað er lætt og gott at gerast vinnurekandi og listafólk, og at gera hugskot til veruleika. Einar Føroyar við tryggum og góðum heilsuverki. Einar Føroyar, har vit gerast sjálvbjargnari fyri hvønn dag. Einar Føroyar, har vit taka okkum serliga væl av teimum, ið hava serligan tørv ella avbjóðingar. Tí øll hava rætt til eitt gott lív. Einar Føroyar við burðardyggari framgongd – bæði umhvørvisliga, sosialt, trivnaðarliga og fíggjarliga. Einar Føroyar, har uttan mun til, hvar vit eru í lívinum, kenna á okkum, at tað er møguligt og rúm til at skapa tað lív og ta eydnu, vit ynskja.

Saman kunnu vit halda fram við menningini av okkara samfelag. Saman kunnu vit velja at halda fram við ábyrgd bæði fyri núverandi og komandi ættarliðum, við áliti á hvønn annan, og við áræði til at fremja hesa menning. Tí vit vilja enn størri trivnað og eydnu fyri øll – ikki bert summi. Vit vilja størri sjálvbjargni – ikki minni. Vit vilja framgongd til frama fyri øll – ikki bert tey fáu.

Latið okkum saman halda fram við ábyrgd, áliti og áræði – og saman skapa einar enn betri og sjálvbjargnari Føroyar fyri øll.