Valevni
Aftur

Bjørt Samuelsen

Eg eiti Bjørt Samuelsen og eri fulltíðar politikari.

Heilsa, umhvørvi, grøn orka, vinna og eitt samfelagið fyri allar borgarar, eru í miðdeplinum fyri politiska virksemi mínum.

NÁTTÚRA

Náttúran verður ikki vard av føgrum orðum eina. Nýsmíðaða náttúruverndarlógin má samtykkjast skjótt, tí tað er okkara einfalda ábyrgd fyri børnum og barnbørnum okkara, at okkara ríka virksemi og liviháttur ikki stjelur framtíð teirra. Vit skulu steðga allari plastdálking, verja lívfrøðiliga margfeldið, minka útlát okkara av CO2 og í heila tikið leggja um til ein ringbúskap við endurnýtslu og avmarkaðum burturkasti. Aling, fiskivinna og øll onnur vinna, skal verða grundað á burðardygd.

HEILSA

Eitt vælvirkandi heilsuverk er hornasteinur í vælferðarsamfelagum. Tí skal tilfeingið her brúkast rætt, og øllum borgarum skal tryggjast atgongd til bestu heilsutænastur – her má ikki vera nakað A og B lið alt eftir hvar í landinum, ein býr.  Vit skulu steðga ógvusliga vøkstrinum í vælferðarsjúkum við at leggja nógv størri dent á fyribyrgjandi heilsutiltøk sum sálarliga heilsu, rørslu og heilsubetri mat.

VINNA

Ein fjølbroytt, samansett og kreativ vinna er treytin fyri einum sterkum búskapi. Tí skal vinnan hava tað gott og fjálgt, og vit skulu vera fegin um at til ber at forvinna nógvan pening. Samstundis skal vinnan, sum eina sjálvfylgju taka samfelagsliga- og umhvørvisliga ábyrgd. Vit skulu framleiða nógv fleiri føroyskar matvørur, og vit skulu leggja størri dent á framleiðslu av grønmeti og øðrum búnaðarvørum. Vit skulu eggja vinnuni til at endurnýta og byggja virksemi sítt á burðardygd. Góðir útbúgvingarmøguleikar og skipanir, ið strimbra list og mentan, er sjálvur grundvøllurin undir einari skapandi vinnu.

FO FYRI ØLL

Í tí atkomuliga samfelagnum eru borgarar javnsettir, hava atgongd til somu tænastur og møguleikar at skapa sær eitt gott og virkið lív. Atkoma merkir fysiska atgongd, soleiðis, at samfelagið er innrættað til øll við serstøkum avbjóðingum, men tað merkir eisini, at eitt nú dagligt ferðasamband skal vera gott, uttan mun til um tú býrt í stórbýnum ella á leysari oyggj. Beinast má fyri allari diskriminering av borgarum, eisini ellisdiskriminering.  Í einum javnsettum samfelag hava øll eisini atgongd til gott og trygt tak yvir høvdið, og tað ber til at forsyrgja sær og sínum við einari vanligari inntøku. Tí skulu vit vera munandi meira ambitiøs at loysa avbjóðingarnar við væntandi bústaði til fólk í ymiskum aldri, og at forða fyri stættarmuni.

Og tað skal vera ein viðføddur rættur hjá føroyingum at ferðast í fjalli og fjøru við neyðugum atliti og uttan at gjald.

GRØN ORKA

Munandi meira ferð skal setast á útbyggingina av grønari orku, so Føroyar gerast sjálvveitandi við orku.  Vit skulu gera okkum leys av oljuni og lyfta okkara part av altjóða ábyrgdini at steðga veðurlagsbroytingunum. Grøna orkuskiftið má og skal fevna um allar borgarar, ikki bert tey, ið hava ráðini til at leggja um. Tí mugu vit gera skipanir, sum geva øllum fíggjarligan møguleika at leggja um til grøna orku, stimbra kollektiva ferðlsu og tryggja íløgur í bussar og skip, sum verða rikin við varandi orku. 

FAMILJAN

Gerandisdagurin hjá barnafamiljum skal gerast lættari, og tí eiga vit at umskipa arbeiðsmarknaðin soleiðis, at familjulív og arbeiðslív hanga betur saman. Barsilsskipanin skal gerast munandi meira fleksibul, so familjur betur kunnu brúka skipanina soleiðis, sum hóskar júst teimum best. Samstundis sum barninum verður tryggjað møguleikan at vera saman við báðum foreldrum.

FO Í HEIMINUM

Eg virki eisini fyri, at Føroyar leggja munandi størri orku í uttanríkispolitikk, sum ein av fyritreytunum fyri, at Føroyar gerast sjálvstøðug tjóð, við øllum teim møguleikum og uppgávum, tað ber við sær. At gerast búskaparliga óheft og sjálvbjargin er sjálvur lykilin til at gerast eitt land, ið er javnsett við onnur lond.

ÁLIT

Undir øllum mínum politiska virksemi liggur ein grundleggjandi hugsjón um álit á egnari megi – sum eg meti vera eina fyritreyt fyri framburði, bæði hjá einstaklinginum og hjá tjóðini. Føroyar eru okkara land og okkara ábyrgd. Megin at lyfta Føroyar framá býr í Føroya fólki!

UM MEG

Havi sitið á Løgtingi fyri Tjóðveldi síðani 2008, fyrsta skiftið sum landsstýriskvinna í vinnu- og samferðslumálum. Í Løgtinginum eri eg forkvinna í Vinnunevndini, limur í Uttanlandsnevndini og í Útnorðurráðnum, og varalimur í Trivnaðarnevndini. Havi áður verið limur í Trivnaðarnevndini, Rættarnevndini og varalimur í Norðurlandaráðnum.

Eri upprunaliga útbúgvin sum matvøruverkfrøðingur og seinni sum journalistur. Eri havnakona og hálvur sandoyingur, eri gift og eigi tvey vaksin børn og ein ommuson.