Valevni
Aftur

Sirið Stenberg

Ætlanin var ongantíð at fara upp í politikk. Men gjøgnum mítt arbeiði sum heilsufrøðingur bleiv eg varug við umstøður í samfelagnum, sum máttu broytast. Eg havi altíð verið virkin í lokalsamfelagnum, so tað at taka eina uppgávu upp á seg er so at siga partur av míni demokratisku uppaling.

Tá ið eg í arbeiðslívinum sá, at tað vóru uppgávur, sum eg ikki kundi loysa sum fakfólk, kundi eg ikki lata standa til og hevði eitt brennandi ynski um at fáa gjørt broytingar. Tað snúði seg serliga um manglandi heilsutænastur í økinum t.d.  manglandi økispsykiatri, manglandi hjálp til børn við serligum tørvi, ov stutt barnsburðarfarloyvi, umstøður hjá okkara eldru o.a.   

Stutt sagt var eg drivin av einum brennandi ynski um at bøta um livikor, at arbeiða við sosialpolitikki og javnbjóðis rættindum til allar borgarar. Umframt at eg sjálvsagt hevði onnur áhugamál sum samferðslu, reint og gott umhvørvi, góðan fólkaskúla, musikkskúla og mentan og ikki minst tjóðskaparmálið. Tí  tess størri ábyrgd vit taka, tess meira mennast vit.

Eg havi nú havt møguleika at fáa fleiri av mínum ynskjum til veruleika. Og tað er fantastiskt at kunna vera viðvirkandi til at skapa eitt enn betri samfelag bæði fyri fólkið og landið.

Annars eri eg ein heilt vanlig kona úr Vági. Eg eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur og havi alt mítt arbeiðslív tikist við heilsurøkt. Bæði sum undirvísari, sum heimasjúkrasystir og  sum heilsufrøðingur.  Eg havi eisini serútbúgvið meg til at arbeiða við sjúkum pinkubørnum. Tí helt eg, at tað var mín lagda lívsleið. Og onkursvegna havi eg tað við mær í politikkinum. Og í veruleikanum kann eg gera meir á tí økinum nú, enn eg ofta kundi í mínum virki.

                                           Politikkur er bara ein annar pallur at arbeiða við sínum hjartamálum á.

Eg havi eina góða familju. Vit hava trý deilig børn, og maðurin og familjan annars eru tað týdningarmiklasta í lívinum. Eg havi heimsins bestu vinkonu. Góð foreldur, góðar vinir og alt tað, sum skal til fyri at hava eitt gott lív. Eg elski at syngja í kóri, at gera góðan mat, at fáast við køkshava og at vera saman við góðum fólki.

Tað er brúk fyri vanligum konum - eisini í politikki. Tað, sum tað snýr seg um, er at hava hjarta við, at hava dreymar og hugsjónir og at grunda sín politikk á virðir. Fyri mær er ongin ivi. Tað snýr seg um, at vit øll skulu vera her, og at vit øll skulu hava javnbjóðis rættindi og skyldur. Tað skal eitt miðvíst arbeiði til fyri at minka um sosialan ójavnað millum fólk og øki í landinum, tí samhaldsfesti er lykilin til eitt sterkari samfelag. Og í hjartanum býr frælsi.

Eg fari framhaldandi at menna heilsutænastur sum heild, menna sálarheilsuarbeiði og at styrkja fyribyrgingina. Barnaheilsan má hava  hægri raðfesting. Og fleiri mál mugu á føroyskar hendur. Náttúruvernd, umhvørvi og varandi orka skal raðfestast umframt fólkaskúlin.

Vit hava fingið nógv gott av skafti, og enn er nógv gott eftir at gera. Eg bjóði meg fram til at taka enn fleiri tøk fyri fólkið - og Føroyar.