Valevni
Aftur

Hervør Pálsdóttir

Okkum tørvar broyting. Tað verður altíð nógv tosað, men ov sjáldan verður nakað gjørt. Komandi árini mugu vit deila virðini javnari millum okkum, hava eina grøna kollvelting og taka ábyrgd av egnum landi. Eg stilli upp og ynski saman við Tjóðveldi at fremja hetta í verki.

 

Eg eiti Hervør Pálsdóttir, og eg eri 23 ára gomul. Eg eri útbúgvin bachelor í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum.

 

Til fólkatingsvalið valdu 223 fólk meg persónliga. Vit mangla bara einar 100 atkvøður afturat fyri at eg verði vald á løgting. Tá nóg nógv standa saman, ber til at fremja broytingar.

 

Fyri meg hevur tað týdning, at vit í øllum politiskum avgerðum hugsa um javnstøðu, burðardygd og sosialt rættvísi.

 

Seinastu árini hava vit sæð eina gongd í Føroyum, har fleiri flyta aftur til Føroya og fleiri ung velja at vera í Føroyum. Hendan gongdin skal halda á, men tað merkir eisini, at vit mugu skapa betri viðurskifti til hesi fólk. Fleiri bústaðir skulu byggjast, serliga til ung, lesandi, stakar uppihaldarar, eldri fólk og fólk við lágum inntøkum.

 

Bókligar og handaligar útbúgvingar skulu uppraðfestast nógv meira, so at føroyski ungdómurin trívist í Føroyum og velur at verða verandi her. Hetta gera vit millum annað við at fara undir at savna Setrið í eitt campus og at hækka lestrarstuðulin til miðnáms- og hægri lesandi.

 

Sálarliga økið skal ikki bara endurskoðast, tað skal grundleggjandi broytast! Vit skulu javnseta sálarheilsu við kropsliga heilsu og tryggja okkum, at øll fáa hjálp so skjótt sum gjørligt. Upplýsing og gransking eru vegurin fram til at loysa spurningin um, hví sálarligar sjúkur íkoma. Sálarfrøði skal á tímatalvuna í fólkaskúlanum, so at ung beinanvegin gerast klár at kenna symptomir, hvussu man handfer sálarsjúkur og fyri at avstigmatisera evnið.

 

Vit eiga at gera fyribyrging ókeypis fyri ung. Hetta skal vera við til at tryggja, at kvinnur ikki vera óynsktar upp á vegin. Vit eiga at dagføra fosturtøkulógina soleiðis, at kvinnur í Føroyum hava rætt til fría fosturtøku.

 

Føroyar eiga at ganga á odda, tá tað kemur til grøna umlegging. Tí skulu vit leggja um til grøna orku, nýta minni og skipa okkara búskap eftir ringrásiligari hugsjón, har vit ikki nýta meira enn til ber. Hóast Føroyar eru smáar, so eiga vit eisini at gera okkara fyri at basa mannaskaptu veðurlagsbroytingunum.

 

Vit hava ikki veruligt fólkaræði, so leingi allar avgerðir í Føroyum ikki vera tiknar av føroyska fólkinum. Føroyska fólkið velur umboð í Løgtingið at taka avgerðir teirra vegna, tí er tað burturvið, at tað enn liggja føroysk øki í fólkatinginum, har avgerðirnar verða tiknar av umboðum fyri danska fólkið. Vit eiga at lækka blokkin og yvirtaka fleiri málsøki, so at vit sum skjótast kunnu skipa tær frælsu Føroyar.