Valevni
Aftur

Sunneva Mohr

Eg eri gift, eigi trý børn og eri búsitandi í Saltangará.  Eg eri útbúgvin námsfrøðingur. Havi arbeitt á dagstovnaøkinum og í forskúla, tó mest á serøkinum.

Í politikki fari eg at brúka mína vitan og royndir bæði sum mamma og námsfrøðingur. Verði eg vald á ting, fari eg at arbeiða fyri børnunum og teimum, ið hava serligar avbjóðingar. 

Fyri at geva okkara børnum bestu byrjan upp á lívið, eiga vit at betra um og gera barsilsskipanina meira smidliga, innføra umsorganardagar og fáa meira javnstøðu millum kynini.

Fyri at betra um javnvágina millum frítíð og arbeiðslív og harvið styrkja familjusambondini, eiga vit at stytta arbeiðsvikuna.

Fyri menning og trivnað á dagstovnaøkinum eiga vit at áseta eitt minstamark fyri, hvussu nógv vaksin eru um børnini á dagstovnaøkinum. Vit eiga at endurskoða útbúgvingina til námsfrøðingar, gera hana meira smidliga og taka tveir flokkar inn um árið, hetta til tørvurin er nøktaður. Eisini eiga vit at seta eitt landsstýrisfólk í barnamálum og áhaldandi arbeiða fyri at hækka fakliga støðið hjá teimum, ið eru um børnini.

Við virðing fyri teimum við serligum avbjóðingum og teirra avvarðandi eiga vit at fáa enn fleiri bústaðir, verkstøð og tilboð. 

Hevur tú spurningar, ella er tað okkurt, ið tú heldur, at vit í Javnaðarflokkinum áttu at tikið upp, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg.