Valevni
Aftur

Marita Klein Joensen

Eg eiti Marita Klein Joensen, eri 31 ár og búgvi í Syðrugøtu við sjeiki og dóttur. Hetta eru nøkur av mínum hjartamálum:

Styttri arbeiðsviku

Eg fari at arbeiða fyri at arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar við døgverðasteðgi.

Fyri barnafamiljur kann tað týða styttri dagar hjá barninum á stovni. Og fyri familjur hevur tað við sær betri javnvág millum frítíð og arbeiði. Kanningar og royndir aðrastaðni vísa, at hóast tað kostar at stytta arbeiðsvikuna, so verður nógv vunnið innaftur, av tí at styttri arbeiðsvika hevur við sær, at nøgdsemi hækkar, ofta hækkar dygdin og effektiviteturin, eins og frávera vegna sjúkradagar og arbeiðsskaðar lækkar. Við hesi broytingini kunnu vit verða við til at minka um strongd og styrkja um familjulívið.

Veðurlags- og umhvørvismál

Vit skulu ganga á odda fyri at verja umhvørvið. Umhvørvið  og veðurlagsbroytingar fevna tvørtur um landamørk, og skulu vit og okkara eftirkomarir yvirliva í heiminum, mugu vit øll taka ábyrgd í nærumhvørvinum til frama fyri allan heimin. Fyri meg hava orku- og umhvørvismál størstan týdning. Vit hava valt at fáa okkum jarðhita til húsini og el-bil, og eg kann uttan iva viðmæla øðrum tað sama. Men nærum dagliga møti eg fólki, ið hava fingið villleiðandi upplýsingar um grønar orkuloysnir. Viðmerkingar sum “el-bilar dálka meira enn bensin- og dieselbilar”, og “man kann ikki hava el-bil, um man býr í Eysturoynni og arbeiðir í Tórshavn” eru viðmerkingar, ið eg ofta fái um el-bilin. Hvørgin av útsøgnunum er røtt, so hóast tað er gott við gularótum, fyri at royna at fáa fólk at velja grønar orkuloysnir, so er tað so ótrúliga umráðandi, at fokus verður sett á upplýsing eisini. Her kann man lesa eitt sindur um umhvørvis- og fíggjarligu fyrimunirnar við at velja ein el-bil: http://www.os.fo/orkukeldur/elbilar/

·         El-framleiðslan á landi skal verða 100% rein í 2030.

·         Oljufýr skulu forbjóðast í nýbyggingum.

·         Allir almennir bygningar skulu lúka orkukrøvini í nýggju bygningskunngerðini, tað ger einans 10. hvør bygningur nú.

Í stuttum afturat:

-          Vit eiga at fáa lógarásettar minimumsnormeringar á dagstovnaøkinum. Tímar játtaðir per barn eru ymiskir frá kommunu til kommunu, og man hoyrir javnan um, at í Føroyum er støðan í onkrum dagstovnum líka ring sum dømini vit fyri kortum hava sæð dokumentarar um av donskum dagstovnum. Tað minsta, vit eiga at gera, er at tryggja karmarnar hjá okkara minstu og veikastu, ið ikki sjálvi duga at siga frá.

-          Børn og ung eiga at fáa ókeypis sálarhjálp, og sálarhjálp skal verða atkomilig kring alt landið.

-          Útlendingar í Føroyum eiga at hava nógv betri møguleikar at læra seg føroyska málið og mentanina. Vit eiga at geva teimum møguleikar fyri at gera tað og seta sum treyt, at tey læra seg tað. Tað vil siga, at atgongdin til málundirvísing eigur at verða lættari – her kann man t.d. hyggja at royndum, ið eru gjørdar við fjarlestri. Vit mugu eisini gera tað fíggjarliga møguligt hjá teimum at fara undir lestur.