Valevni
Aftur

Ingilín D. Strøm

“Eg trúgvi upp á eitt samfelag, har vit eru rík í margfeldi, skapanarhuga, vælferð og tíð.

 

Eg eiti Ingilín Didriksen Strøm, eri 27 ár, ættað úr Vestmanna og stilli upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Tað geri eg, tí eg ikki kann lata vera. Eg eri vaksin upp við, at vit øll kunnu gera mun, um vit ynskja tað, og eg havi nøkur mál, sum eg veruliga brenni fyri. Eg ynski at arbeiða fyri, at pláss verður fyri okkum øllum í Føroyum, og at virðir okkara verða javnt býtt.

 

Vælferðarsamfelagið skal halda fram at styrkjast og mennast, so vit øll hava eitt trygt heim, so vit eru tryggjað skjóta og góða viðgerð í heilsuverkinum, og so vit betra um umstøðurnar hjá teimum, ið arbeiða í fjølbroyttu umsorganarstørvunum, eitt nú á dagstovnunum.

 

Alt hetta er treytað av, at vit minnast til, at avgerðir okkara í dag hava ávirkan langt inn í framtíðina. Trýstið á umhvørvi og menniskju er stórt, og vit mugu handla nú. Børn okkara og eftirkomarar teirra skulu eisini liva í einum heimi við ríkari náttúru. Tí noyðast vit at hugsa um endurnýtslu og burðardygd í nógv størri mun og tora at seta krøv til náttúru- og umhvørvisvernd.

 

Somuleiðis skulu vit hava tíð til okkara nærmastu í gerandisdegnum.

Fleiri okkara arbeiða ov nógv fyri at fáa endarnar at røkka saman, alt ov nógv gerast strongd, og samfelagsliga trýstið á okkara ungu er stórt. Hetta er lívið ov dýrabart til. Hvørki menniskju ella náttúra eiga at lúta fyri materialismu og búskaparligum vøkstri.

 

Fyri meg er tað sjálvsagt, at øll hava rætt til eitt trygt heim.

Okkara bústaðarmarknaður hevur leingi verið so, at vit øll skulu eiga eini sethús í part, umframt eina hissini kjallaraíbúð her og har. Sum vit hava sæð, mangla bústaðir til tey, ið lítið eiga.

Hetta mugu vit broyta, so pláss verður fyri okkum øllum í Føroyum.

Tað skal gerast lættari at fáa lán til at seta búgv aðrastaðni enn í Havn. Eitt nú við at Bústaðir skal hava heimild at veita veðrætt, so at fólk sum eru før fyri at gjalda eitt lán, men ikki fáa tað úr bankunum, kunnu byggja sær hús kring landið. Harumframt skulu fjølbroyttir bústaðir byggjast. Ymisk fólk hava tørv á ymiskum bústøðum, og í Føroyum skulu øll fáa pláss og innivist.

 

Heilsuøkið hevur tørv á einum ordans lyfti. Bíðilistarnir til álvarsamar sjúkur skulu minka niður í einki, og yvirlit og hagtøl mugu fáast til vega, so vit raðfesta rætt. Vit mugu syrgja fyri, at vit øll hava rætt til skjóta og góða viðgerð, eisini tá tað kemur til sálarhjálp! Okkara sjúkraskeið skal ikki verða merkt av, at tey við størstum pengapungi fáa skjótast hjálp. Eingin í Føroyum skal hava tørv á privatari sjúkratrygging.

 

Eftir mínum tykki verða nógvu greinarnar innan fjølbroyttu umsorganarstørvini í dagsins samfelag ikki nóg væl vird. Síðstu árini hava vit sæð, hvussu samfelagið mest sum steðgar upp, tá námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður ikki eru tøk í okkara gerandisdegi. Tað er álvara, og vit mugu arbeiða saman við teimum, ið vara av økjunum, um at skapa ein virðiligan arbeiðsdag, tí umframt arbeiðsfólkið, so er tað í síðsta enda tey veikastu í okkara samfelag, ið verða rakt.