Valevni
Aftur

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Eg eri 36 ára gomul, fødd, uppvaksin og búsitandi í Klaksvík. Eri yngst av 6 systkjum, 3 systar og 3 brøður. Eri gift við Sjúrður Joensen úr Fámjin, sum er sjómaður. Saman eiga vit Sólrun 8 ár, Sonja 7 ár og Sirið 5 ár. Eg havi skrivstovuútbúgving innan fyrisiting og eina AÚ í samskifti og miðlan. Eg havi arbeitt ymsastaðni, m.a. á hotelli, í handli, á laksavirki, á skrivstovu og við at gera útvarp.

Eg stillaði fyrstu ferð upp til kommunuvalið í Klaksvík í 2016 fyri javnaðarflokkin og fekk tá 45 atkvøður. Síðani stillaði eg upp til fólkatingsvalið í 2019, har eg fekk 56 atkvøður. Nú eri eg so uppstillað til løgtingsvalið 2019.

Eg havi síðani 2016 verið frammi um, at cannabis skal kunna brúkast sum heilivágur í Føroyum, og tilvitanin og atgongdin er vaksin nógv, síðani fokus varð sett á tað.

Verði eg vald, fari eg framhaldandi av øllum alvi at arbeiða fyri at hendan gongdin heldur fram. Hetta er eitt av mínum fremstu hjartamálum at arbeiða víðari við, at øll skulu hava betri atgongd til cannabis sum heilivág ella heilsuískoyti.

Annars brenni eg fyri almanna- og heilsuøkinum, tey, sum eru eldri, bera brek ella sjúku. Hetta inniber m.a. atkomuligheit fyri øll, og at tað altíð verður tikið við, at uttan mun til aldur ella heilsustøðu, so skulu øll hava somu atkomumøguleikar. Atkoma merkir eisini at kunna vera við í tí, sum verður sent í almenna kringvarpinum, og kann hetta gerast m.a. við, at tað skal blíva ein sjálvfylgja, at allar sjónvarpssendingar hava undirtekst.

Eisini vil eg, at børn og barnafamiljur skulu hava so góð kor sum gjørligt. Hetta innber m. a. at øll skulu hava nøktandi bústað, trygga og mennandi ansing til børnini og møguleika hjá kvinnum at fara fyrr í barsil enn 4 vikur áðrenn barnsburð, um hon ynskir tað.

Eg havi eisini ein serligan tokka til útoyggjar og smápláss og haldi, at tað er týdningarmikið, at tey vera varðveitt og ment. Sama við náttúruni, at hon verður ansað á ein skilagóðan hátt, sum hóskar til okkara serføroysku viðurskifti.