Valevni
Aftur

Bjørg Dam

Bjørg Dam er vinnurekandi og býráðslimur í Tórshavnar kommunu.

 

Nývald forkvinna í ADHD felagnum.

 

Gift Høgna Egilstrøð Hansen

 

Børn: Sofía 5 ár, Nikael 11 ár og Gunnrið 12 ár.

 

2.ferð eg stilli upp til løgtingsvalið.

 

HJARTAMÁL

 

Lívið við ADHD skal vera lættari við avstigmatisering, skjóta útgreinan og fulla viðgerð, familjuráðgeving, serskúlatilboð og tillagað miðnám. Búðpláss og meira fokus, hjálp og viðgerð til vaksin og eldri við ADHD.

 

Betri umstøður hjá smáum vinnurekandi við at tey skula kunna tekna sjálvbodna sjúkratrygging og frítakast fyri kringvarpsgjald. Lættast skal um rokniskaparinnlating í XBRL.

 

Brúka minni, grønari og endurnýta

 

Skynskamari og grønari innkeypspolitikk og nýtslu. 40% av burturkastinum skal endurnýtast. Stuðul til grønar vinnur og gransking - Landið skal ganga fremst við orkusparandi bygningum og orkuumlegging.

 

Vetrarferia. Meira tíð til børnini og hava møguleika at ferðast um veturin, tá vit treingja mest til ljós og hita. Tað gevur møguleika at njóta summarið við øllum teimum fantastisku upplivingunum, sum Føroyar hevur at bjóða uppá, ikki minst ferðavinnan.

 

Fólkapensjónin skal styrkjast, tí hon er einasta trygd hjá lágløntum, og serliga kvinnum, sum ofta eru tær, ið arbeiða niðursetta tíð. Tær taka oftast barsil og tí ikki náa at spara sær nóg mikið upp til ellisárini.

 

Lønin skal samsvara  ábyrgdarfullu heitu hendurnar

 

Bústað til øll

 

https://bjorgdam.blogspot.com