Valevni
Aftur

Palma Sámalsdóttir Rasmussen

Eg eiti Palma Sámalsdóttir Rasmussen, eg eri 61 ár eri búsitandi í Søldafirđi. Eg eri fødd í Søldafirđi og uppvaksin á Lambareiđi, eri næstyngst av 7 systkum. Eg eri mamma, og omma, eigi 2 børn, eina dóttur, sum er 40 ár og ein son, sum er 38 ár, og 3 deilig ommubørn. Eg havi útbúgving sum skrivstovukvinna. Arbeiði í løtuni á Miđberg bakarí í Runavik.

Tað, sum ger, at eg ynski at stilla upp og gera mun, er m.a. fylgjandi: At tað skal vera gott og fjálgt at búgva í Føroyum. At vit verja børnini ímóti øllum tí, sum floymir inn í Føroya Land, so sum óhóskandi tilfar á netinum, felagsskapir, sum koma inn í bæði barnagarđar og skúlar. Har kann nevnast indoktrinering. At verja familjuna ímóti óneyguđum ágangi frá barnaverndini. At rættartrygdin fyri børn og foreldur verður høgt raðfest. At gera nakað munagott fyri at hjálpa foreldrum við rúsdrekkatrupulleikum.