Valevni
Aftur

Winnie Kjærbo

Eg stilli upp fyri fólkaflokkin. Eg havi ikki verið í landspolitikki fyrr.

Nøkur fá orð um meg sjálva:

Eg eri fødd í 1972 og eri sostatt 50 ára gomul.
Eg vaks upp í einum tryggum og góðum heimi her í Skopun.
Eg eri gift við Ásbjørn Kjærbo, sum eisini er úr Skopun. Vit hava verið gift í 33 ár og eiga fýra børn. Vit eiga eisini trýggjar ommusynir, sum ríka okkum lívið, hvønn dag.

Familja er eitt satt ríkidømi og grundarsteinur undir einum góðum samfelag.

Tá ein hevur nátt 50 ára aldur, byrja lívsroyndirnar at hópa seg upp. Eg havi eina vanliga miðnámsútbúgving. Men eg havi gingið og spælt mær við tankan um at fara undir útbúgving aftur. Vit verða aldrin ov gomul at nema okkum útbúgving og kunnleika.

Eg havi arbeitt ein stóran part av lívinum. Millum annað havi eg arbeitt sum stuðul í nógv ár. Í arbeiðinum sum stuðul hevði eg tann frammíhjárætt at fylgja sama barni frá aldrinum seks til sekstan ár. Tað var ein spennandi og lærurík tíð. Afturat tí havi eg verið, í nøkur ár, vikarur í barnaskúlanum í Skopun, á flakavirkinum, og nú eri eg í eldrarøktini.
Umframt mínar arbeiðsroyndir havi eg eisini verið í samkomuleiðslu í nógv ár og í øðrum sjálvbodnum arbeiði.

Hví velja fólkaflokkin?

Hetta er eitt stórt evni, og helst fer nógv at verða sagt um hetta av øllum teimum dugnaligu fólkunum, ið stilla upp fyri flokkin. Eg komi inn á nakrar orsøkir her.

Tá ið alt kemur til alt, trúgvi eg, at vit føroyingar flest eru samd um, at tað er gott at búgva í Føroyum. Vit hava eitt sera gott vælferðarsamfelag. Tó ynski eg at undirstrika, at tað eru økir í almennu tænastunum, ið kunnu verða nógv betri.

Stórir partar av vinnuni hava tað gott. Men eisini her kunnu og eiga vit at gera tað betri. Vit koma nevniliga ikki uttanum, at vinnan skapar tey størstu virðini og harvið førir til eitt sterkt vælferðarsamfelag. Ofta verður sagt, at fólkaflokkurin bert hugsar um tey vælbjargaðu í samfelagnum. Men tað er sera umráðandi at hava í huga, at tá ið vinnulívið blomstrar, ja so verður meira til øll. Ein sunn vinna er ein fortreyt fyri einum góðum vælferðarsamfelag.

Tað er skjótt at gloyma, tað ið er farið framvið. Tá ið kreppan rakti nærmast allan heimin í 2008-9, var tað landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ið hækkaði uppisjóvarkvotuna. Hetta vakti mikla øsing bæði í politisku skipanini og aðrastaðni í Føroyum og uttanlands.
Hetta hevði tó við sær ovurhonds ríkidømi. ringvirkningarnar av hesum vóru nógvar og góðar. Millum annað hava vit tvey stór nútímans virkir á Tvøroyri og í Fuglafirði, fleiri nýggj skip, nýggj reiðaríir. Tað er helst ikki neyðugt at nevna meira enn hetta. Hetta er jú dokumenterað søga.

Fólkaflokkurin hevur ofta verið stjórnarberandi hesu nógvu seinastu áratíggju og hevur harvið ein týðandi leiklut í tí vælferð, sum vit hava í dag. Fólkaflokkurin kann samstarva við allar flokkar. Hetta eru týdningarmikil virðir at bera okkara komandi ættarliðum