Valevni
Aftur

Birita Arge

Birita Arge stillar upp fyri Framsókn
Birita er 53 ára gomul, uppvaksin í Havn og býr í Hoyvík. Hon er gift við Neil og eiga tey 3 børn sum eru 28, 25 og 21 ár. Birita var sum 16 ára gomul á húsplássi í Íslandi, og hevur eisini búð í Danmark og í Vestmanna har maðurin er frá.
Aftaná at hava starvast í 1 ár á Tryggingarfelagnum Føroyar, fór Birita sum 18 ára gomul í læru sum frisør. Eftir fleiri ár sum sjálvstøðug bæði í Føroyum og Danmark fekk hon í 2003 staðfest psoriasisgigt, hetta gjørdi at hon mátti fara undir endurbúgving. Aftaná HF, valdi hon at útbúgva seg sum námsfrøðing, cand. pæd. í didaktik og fíggjarbúskaparfrøðing.
Birita hevur síðani starvast sum námsfrøðingur, lærari og leiðari innan námsfrøðiliga økið. Birita hevur íverksett áhugafelagið Hugla, sum hevði endurnýtslu miðstøð í Hoyvík, har felagskapurin innsavnaði endurnýtslu tilfar til kreativt námsfrøðiligt virksemi. Birita er forkvinna fyri Hugla og arbeiðir við at menna felagskapin, sum skipar fyri tiltøkum, undirvísing og kanningum v.m.
Í løtuni ger Birita ein film um “Ársins grøna skúla og dagstovn”, sum skal verða øðrum til íblástur og læring.
“Eg stilli upp tí eg vil arbeiða fyri bestu kørmum til børn og vaksin”, sigur Birita Arge