Valevni
Aftur

Oddvør Dahl

Oddvør er 19 ára gomul og ættað úr Hoyvík. Hon gongur á triðja og seinasta ári á miðnámi á Glasi. Oddvør hevur arbeitt í matstovuvinnuni síðani hon var 13 ára gomul og í dag starvast hon í Hallartúni.

EG STILLI UPP TIL LØGTINGSVAL 8 DESEMBER FYRI FRAMSÓKN

Heilt stutt um míni politsku mál

Lestrarviðurskiftini í Føroyum:
Lesandi skulu hava betri møguleikar at arbeiða eftir skúlatíð. Tí haldi eg, at lesandi skulu fáa skattafrítøku av arbeiði upp til 20 tímar um vikuna.

Veðurlagspolitikkur:
Vit skulu blíva við at verða framfýsin á veðurlagsøkinum, og verða kreativ tá tað kemur til grøna innovatión. Privatar fyritøkur skulu eggjast til at velja tær grønastu loysnirnar.

Tíðarhóskandi rúsdrekkulóg:
Vit skulu liberalisera upplatingartíðirnar, so at matstovur og skeinkistøð sjálvi kunnu ráða yvir, nær tey vilja hava opið. Eisini skulu vit loyva smá- og serhandlum at selja rúsdrekka