Valevni
Aftur

Birita Baldvinsdóttir Iversen

Eg havi valt at taka av avbjóðingini og stilli upp til løgtingsvalið 8. desember.
Tað geri eg av fleiri orsøkum. Eg vil fegin arbeiða fyri javnstøðu í okkara samfelag, og at vit øll fáa somu rættindi til eitt gott lív. Í Føroyum skal verða gott hjá okkum øllum at búleikast.

Míni hjartamál til hetta valið eru hesi:

1. Eg vil arbeiða fyri at skapa góðar karmar til heilsustarvsfólk og stytta arbeiðsvikuna niður á 37 tímar. Tað er stórur tørvur á sjúkrarøktarfrøðingum á eldraøkinum, og tað vísir seg at vera trupult at útvega starvsfólk. Eg síggi tað sum ein stóran trupulleika, at vit ikki fáa skikkað fólk at taka sær av okkara eldru borgarum, so hóast kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið, so síggi eg hetta sum ein so stóran samfelagsligan trupulleika, at landsins myndugleikar eisini mugu taka ábyrgd og betra karmarnar hjá heilsustarvsfólkum, bæði á primera og sekundera økinum. Ein styttri arbeiðsvika hevði heilt víst økt um trivnaðin millum starvsfólk.

2. Eg vil arbeiða fyri at gera dygdargóðar almennar skipanir, til eitt nú avvarðandi borgarar sum heild, tá bráðfeingis sjúka rakar. Eg havi upplivað í mínum starvi á eldraøkinum, at avvarðandi, sum hava havt ein nærmasta, sum er raktur av álvarsamari sjúku og tískil hava mist sínar førleikar, standa púra spyrjandi um, hvar tey kunnu venda sær, tá tey hava brúk fyri hjálp. Tey hava følt seg sum eina kastibløku millum ymsar skipanir og stovnar. Tey hava saknað eina skipan, sum fortelur teimum um tilboð og rættindi, bæði til tann sjúka og tey avvarðandi. Hesi viðurskifti eru ikki nøktandi. Eg vil kempa fyri einari dygdargóðari skipan hesum viðvíkjandi.

3. Umframt hetta vil eg arbeiða fyri øllum barnafamiljum og korum teirra. Sjálv eigi eg fimm børn og merki væl, hvussu inflatiónin merkir okkara dagligdag.

4. Eg vil arbeiða fyri einari rættvísari skattaskipan, soleiðis at tað eisini skal loysa seg at arbeiða fulla tíð hjá okkum miðalløntu.

5. Eg vil arbeiða fyri, at allir føroyingar hava álit á okkara heilsuverki.

Eg eri 38 ára gomul, búgvi í Tórshavn saman við manni mínum Jóannis, og saman eiga vit 5 børn.

Eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiði á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu, har eg havi starvast, síðan eg var útlærd í 2020. 

Eitt arbeiði, sum eigur eitt serligt pláss í mínum hjarta.
 
Eg gleði meg!