Valevni
Aftur

Jóhanna Grúkuskarð

Jóhanna Grúkuskarð eigur og rekur fyritøkuna Fjálga, sum bjóðar fram tænastur til eldri og tey, sum á ein ella annan hátt hava brúk fyri stuðli í gerandisdegnum. Kundaskarin hjá henni fevnir um fólk millum 30 og 90 ár.
Jóhanna sigur, at tað, sum fekk hana at játta at stilla upp, er, at hon ynskir at virka fyri, at tey eldru, sjúku og tey við fysiskum og sálarligum tørvi, umframt teirra avvarðandi, kunnu fáa ta tænastu og hjálp, sum teimum tørvar.
- Í mínum arbeiði sum heilsurøktari havi eg sæð ein tørv á øðrum tænastum enn teimum, sum kommunurnar og tað almena bjóðar í dag, sigur Jóhanna.
- Í arbeiðinum sum heilsurøktari havi eg merkt, at tænastunar í eldraøkinum einamest hava nøktað tann likamliga tørvin hjá borgaranum. Eisini havi eg sæð sera nógv einslig fólk, bæði í abeiðinum hjá tí almenna og nú í mínum egna privata virki. Fleiri av hesum megna ikki at taka lut í hesum ymiska, sum býurin hevur at bjóða. Aftrat hesum havi eg hitt nógv útbrend avvarðandi. Hesi høvdu havt gott av at fingið umlætting í gerandisdegnum. Tí ynskir Jóhanna at leggja dent á tey avvaraðandi og tann sálarliga og sosiala tørvin hjá borgaranum og virka fyri, at tey kunnu fáa eina praktiska hjálpandi hond í gerandisdegnum.