EG ERI UPPSTILLAÐ TIL KOMMUNUVALIÐ, HIN 12. NOVEMBER
Góðu tit, sum hetta lesa: eg havi latið meg stilla upp til eina setu afturat í tænastu fyri fólkið í Eysturkommunu.
Tað hevur verið ein stór gleði og ein heiður at vera tykkara fólkavalda síðani fyrsta dag, at Eysturkommuna sá dagsins ljós, hin 1.januar í 2009.
Tí havi eg verið partur av øllum tí, sum er gjørt hesa spennandi tíð - ígjøgnum tjúkt og tunt, og havi virkað í nærum øllum teimum ymsu fakøkjunum í kommunalpolitikki ymisk tíðarskeið.
Eg eri leirvíkingur í Gøtu, og eg elski hesar bygdir, hvønn blett, sum vit fevna um, av innastu hjartarót. Og mín áhugi fyri menning her og at tæna og virka fyri okkara kommunu, okkara fólki, okkara stovnum, okkara felagsskapum, okkara vinnulívi, okkara samleika, okkara ræðisrætti og framtaksmøguleikum er ikki minkaður við árunum, men er vorðin sterkari, um tað skuldi verið møguligt.
Eitt ár frammanundan samanleggingini virkaði eg sum bygdaráðslimur í Gøtu kommunu, og eg virði høgt søgu og samleika okkara í Leirvík og Gøtu og eisini okkara felags søgu og nú okkara felags kommunu og samleika. Eg havi tikið atlit til okkara bakgrund, tá eg saman við øðrum havi lagt og enn leggi framfýsnar framtíðarætlanir fyri okkum øll.
Eg stilli upp á Borgaralistanum, á lista V, saman við mongum øðrum góðum fólkum. Og tit fara at frætta nærri frá okkum øllum um ætlanir og stevnumið.
Beint nú vil eg bert heita á tykkum øll, sum hava valrætt í Eysturkommunu, um at velja lista V, eitt av valevnunum, og fegin meg. Eg havi nógvar og fjølbroyttar politiskar royndir og vil gera alt, sum eg eri ment, at framhaldandi virka til besta fyri tykkum.
Vælkomin at seta tykkum í samband við meg um tað, sum liggur á hjarta um kommunalpolitisku málini.
Eg fari at greiða nærri frá komandi dagar, hvørjum eg serliga ætli at virka fyri í komandi setu, um tit veljarar vísa mær álit