Valevni
Aftur

Sirið Stenberg

So eru vit aftur farin at fyrireika okkum til val.

Eg eri takksom fyri møguleikan at stilla upp og fari at gera mítt besta fyri at greiđa frá teimum málum, sum eg haldi, ein komandi samgonga eigur at leggja dent á.

Millum høvuđsrađfestingarnar er at bøta um korini hjá fólki, so gerandisdagurin gerst lættari. At fáa veruliga gongd á Suđuroyartunlin. At hækka lestrarstuđulin og at fáa fleiri bústađir. At lækka blokkin og fáa mál á føroyskar hendur. At fremja batar á heilsu og almannaøkinum. Og mangt mangt annađ.

Eg gleđi meg til gott, gevandi og siđiligt valstríđ og fegnist um at vera á sterka tjóđveldisliđnum.