Valevni
Aftur

Óluva Klettskarð


Eg bjóði meg fram til løgtingsvalið 2022, tí eg ynski mær einar betri Føroyar, sum eru frælsari, burðardyggari og grønari.

Eg vil virka fyri rættinum hjá øllum til eitt heim, at seta føtur undir egið borð.

Matframleiðslan í Føroyum má økjast, og orkuskiftið skal fara fram, so øll kunnu vera við.

Móðurmálið skal mennast. Undirvísingartilfar raðfestast og føroyskt gerast brúkaramál á talgildum pallum.

Íverksetan og skapanarhugur skulu fáa góðar sømdir.

Lestrarstuðulin skal hækka, og lestraríbúðir og ungdómsíbúðir byggjast.

Børnini skulu fáa tað betri, bæði í skúla og á stovni, barnatalið hjá teimum smæstu skal lækka,  og minstunormeringar ásetast fyri starvsfólk á stovnum.

Fleiri útbúgvingar setast á stovn.

Søtur er sjálvgivin biti -soleiðis skapa vit framburð.

Tí er skilagott at seta X við E