Valevni
Aftur

Guðrun Ejdesgaard


Guðrun Ejdesgaard er fødd í 1973 og er uppvaksin í Oyndarfirði, men hevur búð á Eiði í 25 ár. Hon er gift og eigur 2 synir.

Guðrun er útbúgvin sum skrivstovufólk og hevur arbeitt hjá Eiðis kommunu síðan 2009 - verið kommunuskrivari síðan 2017.

Tað, sum hon setir sær fyri, tað arbeiðir hon 100% fyri og vil, at nakað skal henda.

Hjartamálini hjá Guðrun eru:

Sosiala økið - hon hevur upplivað, hvussu foreldur hava stríðst við almannaverkið og stríðast við sama lag.

Hon heldur, at okkara borgarar skulu sjálvir sleppa at avgera, hvar tey seta búgv í landinum, tað skulu ikki vera okkara peningastovnar, sum skulu siga, hvar tað skal verða.

Fáa fleir íbúðir bygdar úti á bygd, bæði til ung, tilkomin og fólk við serligum tørvi.

Mann skal ikki hugsa, at tey, sum forvinna nógv, eisini skulu gjalda enn meira, tí tað gera tey pr. automatik, og vinnan eigur ikki gjalda meira, enn hon ger.

Vit skulu til at broyta hugsanarhátt, nú alt landið er eitt valdømi - vit skulu øll arbeiða fyri alt landið.

Pensjónistar skulu kunna arbeiða eftir tey eru blivin 67 ár, uttan tað skal verða trekt av teirra pensjón.