Valevni
Aftur

Eyðdis Hartmann Niclasen

Eg eri fødd 01.08.72 í Qeqertarsuaq, á Disko oynni í Grønlandi. Eri ættað av Tvøroyri og gift við Marneri Hansen úr Miðvági, saman eiga vit synirnar Hera, ið er 17 ár og Thór, ið er 22 ár.

Eg havi nomið mær útbúgving innan ferðavinnu frá reiðarínum DFDS A/S, og havi akademiútbúgving í leiðslu. Í 18 ár havi eg arbeitt sum stjórnarskrivari fyri leiðslu og nevnd í samtøkunum DFDS A/S og Smyril Line P/F. Eg havi sostatt arbeitt innan reiðarívinnuna og ferðavinnu nærum alt lívið, í 30 ár tilsamans.

Í 2017 til 2020 tók eg við sum borgarstjóri í Vága kommunu. Og eftir fólkatingsvalið og síðani løgtingsvalið í 2019, har eg gjørdist varalimur, eri eg sloppin at royna meg á løgtingi í heili fimm umførum, og hettar hevur dámt mær væl.

Sambandsflokkurin er mítt politiska heim - og tí stilli eg upp.

Skal eitt samfelag hava framburð og trivnað, er tryggleikin tað mest umráðandi. Tryggleiki fyri fólkið - og fyri vinnuna. Heimurin er broyttur seinasta árið, og tí er neyðugt at taka atlit til tær avbjóðingar, sum nú stinga seg upp í samfelagnum. Inflatiónin ger av álvara um seg við hækkandi rentustøði, hækkandi oljuprísir og hækkandi prísir á matvørum, og tí er neyðugt, at vit tryggja teimum, ið hava tørv á tí.

Vit mugu tryggja okkum, at føroyska familjan trívist. Sambandsflokkurin fer tí at syrgja fyri eini hækkingin av barnafrádráttinum við 2.000 kr. og hækka loftið á barsilsgjaldinum við 2.000 kr.

Eisini skal barsilsskipanin gerast meira fleksibul, soleiðis at familjan sjálv kann leggja barsilstíðina til rættis, samstundis sum útgjaldshámarkið skal hækkast við 2.000 kr.

Sumt av hesum skuldi samtykkjast í vetur, men valið kom fyri.

Vit mugu í gongd aftur sum skjótast.