Valevni
Aftur

Herborg Torkilsdóttir

Tað eru tey veikastu í samfelagnum, sum eru drívmegin hjá Herborg.

- Eg ynski almennar skipanir, sum ikki eru frumskógarkendar og seinførar. Eg vil hava virðilig kor fyri allar borgarar í landinum. Eisini tey á niðastu rók. Eg fari at berjast fyri størri fígging til Herbergið og aðrar hjálparskipanir, sigur Herborg.

Ynskið um at stytta bíðitíðina til psykiatriina, fer at mynda valstríðið hjá Herborg í serliga stóran mun, eins og hon eisini vil berjast fyri teimum gomlu og teimum allar minstu.

Herborg Torkilsdóttir er 45 ára gomul og búsitandi í Havn. Hon er gift Carsteni og eigur fýra døtur. Herborg er útbúgvin fangavørður og hevur starvast í afturlatnum fongsli í Danmark í 11 ár.

Í dag er Herborg starvsfólk á Margarinfabrikkini í Havn og ferðast kring alt landið við sínum ofta sosialrealistisku og samfelagskritisku løgum.