Valevni
Aftur

Súsanna Bertholdsen

Súsanna Bertholdsen av Tvøroyri stillar upp til løgtingsval fyri Javnaðarflokkin.

- Eg fari at arbeiða fyri, at vælferðarøkið sum heild verður raðfest við øðrum enn føgrum orðum. Og sjálvandi fari eg at berjast fyri, at útjaðarin verður javnsettur við restina av Føroyum, sigur hon .

Súsanna Bertholdsen er 49 ára gomul, gift Áka, og tey bæði eiga tvær døtur. Drós og Ýr. Súsanna er útbúgvin fólkaskúlalærari, og seinastu 16 árini hevur hon undirvíst á Heilsuskúla Føroya. Afturat tí situr hon í býráðnum á Tvøroyri.